Yvirtøkan av kirkjuni óvanlig í evropeiskum samanhangi

Um Løgtingið kemur at avgera læruna hjá eini yvirtiknari kirkju, so er hetta eitt sera eitt óvanlig gongd í evropeiskum samanhangi, sigur Lisbet Christoffersen, sum serfrøðingur í kirkjurætti. Hon metir hetta at vera at fara aftur tíðina og samnber, og setir eisini spurnartekin við leiklutin hjá løgmanni í eini føroyskari kirkju

Stutt fyri nýggjár fýltist Hans Jacob Joensen, bispur, á mannagongdina í málinum um yvirtøkuna av tí føroysku fólkakirkjuni. Sjálvur segði hann, at hann kundi "fara til songar sum lutherskur bispur og vakna á morgni sum katolikkur".
Orsøkin til hetta er, at meðan tað í nógvum londum er grundlógarfest, hvørja læru fólka- ella statskirkjurnar skulu læra, so er ætlanin hjá Mentamálaráðnum, at læran hjá tí ætlaðu yvirtiknu føroysku kirkjuni skal ásetast við løgtingslóg, sum jú er munandi lættari at broyta enn ein grundlóg. Í roynd og veru kann tað tá verða tann tiltikni seytjandi maðurin í tinginum, sum kemur at gera av, hvussu kirkjan skal skipast, og hvørja læru hon skal læra.

Óvanligt í Evropa

Lisbet Christoffersen, løgfrøðingur, ph.d., á Roskilde Universitetscenter, er serfrøðingur í kirkjurætti. Hon metir myndugleikan, ið Løgtingið nú fær yvir kirkjuni vera "en ganske usædvanlig konstruktion i europæisk kontekst", sum hon málber seg. Hon sigur ta ætlaðu føroysku skipanina minna um eina samanrenning millum stat og kirkju, og heldur tað vera skeivt, at innihaldsligi parturin í fólkakirkjuni skal stýrast av landinum.
Sum nevnt er talan jú um tað lóggevandi valdið, Løgtingið, sum sambært ætlanunum hjá Landsstýrinum skal smíða lógirnar hjá kirkjuni, og hetta sigur Lisbet Christoffersen líkjast einum stigi aftur í tíðina, tá statur og kirkja vóru eitt, og tað heldur hon vera eina løgna leið at ganga.
Lisbet Christoffersen leggur tó dent á, at hon enn ikki hevur sett seg so nógv inn í yvirtøkumálið og bert kennir tað frá føroyskum og donskum fjølmiðlum, men hon undrast stórliga á, at Løgtingið í framtíðini skal taka støðu til, um vit skulu hava eina evangelisk-lutherska fólkakirkju og kallar hetta bart út "en usædvanlig udvikling".

Leikluturin hjá løgmanni

Hans Jacob Joensen hevur eisini áður gjørt vart við sína ónøgd, tá talan er um innseting av bispi í Føroyum. Í danska ríkinum er tað nevniliga drotningin, sum formelt innsetir bispar. Hon er nevniliga einasti persónur í ríkinum, sum hevur skyldu til at vera limur í fólkakirkjuni og hevur sostatt ikki trúarfrælsi.
Í tí ætlaðu yvirtiknu føroysku kirkjuni verður tað tó helst løgmaður, sum kemur at innseta bisp, og sum Sosialurin skilir, hóvar tað ikki øllum innan ta føroysku kirkjuna. Tað er nevniliga als ikki vist, at løgmaður yvirhøvur er limur í fólkakirkjuni, og hetta eigur sjálvandi heldur ikki at verða kravt av honum.
Lisbet Christoffersen upplýsir, at innseting av bispum verður gjørd á ymsan hátt í teimum ymisku londunum, har kirkjan er tengd at lógarverkinum.
Í 1994 samtykti Fólkatingið í Danmark eina lóg, sum sigur, at fyri at gerast bispur, skalt tú uppfylla treytirnar fyri at gerast prestur. Tá viðkomandi síðani hevur uppfylt treytirnar og fingið meirilutin á bispavalinum, har meinigheitsráð og prestar atkvøða, kann kirkjumálaráðharrin ikki broyta hetta val, og bispur er valdur. Hetta merkir, at kirkjan sjálv velur sín bisp og skipar síni viðurskifti innanhýsis.

Óvist hvussu verður í Føroyum

Í Noregi er ein onnur loysn vald. Har kemur kirkjan við eini tilráðing, og síðani velur stjórnin bisp. Tað eru tó bert teir ráðharrarnir, sum eru limir í kirkjuni, ið hava atkvøðurætt, og í Noregi er eisini kravt, at minst helvtin av stjórnarlimunum skulu vera limir. Hendan skipanin er rættiliga óvanlig, og Lisbet Christoffersen sigur, at norska kirkjan meira kann kallast ein statskirkja enn ein fólkakirkja.
Okkum er tó ikki enn greitt, um løgmaður í framtíðini verður bundin at fylgja eini tilráðing, ella um hann ella alt Landsstýrið velur bispin í tí ætlaðu yvirtiknu føroysku kirkjuni.
Í øllum førum er greitt, at kirkjumál als ikki eru viðgjørd í arbeiðnum hjá Grundlógarnevndini, og tí verður tað Løgtingið, sum kemur avgera læruna hjá tí føroysku kirkjuni, sum altso er rættiliga óvanligt í restini av Evropu í dag.