Broytingin í dagpeningalógini eitt óhapp

Hóast politiski viljin var at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum vóru knýtt at dagpeningaskipanini, vóru gott og væl hundrað fólk av misgáum útihýst úr skipanini

ALMANNASTOVAN

Lógarbroytingin í dagpeningalógini, sum knappliga útihýsti gott og væl hundrað fólkum, var eitt sokallað ?óhapp?. Sambært táverandi landsstýrismanni í almannamálum, Sámal Peturi í Grund, var tað als ikki tilætlað, at nakar skuldu verða verri fyri, tá ið lógin varð broytt. Heldur hinvegin var politiski viljin at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum vóru knýtt at hesi skipan. Landsstýrismaðurin segði seg ætla beinanvegin at fara undir at fáa fólkini uppí aftur dagpeningaskipanina.
- Roknað varð ikki við avleiðingunum, sum komu, tí løntakaragrundarlagið varð víðkað, tað vil siga, at hóast tryggingartakararnir vórðu sleptir í eini grein í lógini, skuldi ein onnur grein lofta teimum, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, og vísir til grein 2 í lógini.
- At veruleikin vísir, at nøkur fólk detta niðurímillum greinirnar og ongastaðni hoyra heima, ger, at vit eru í eini nýggjari støðu. Í slíkum førum er tað upp til politisku myndugleikarnar at gera av, um hesi fólk skulu loftast aftur.
Viðvíkjandi teimum sjálvstøðugu vinnurekandi er støðan eitt sindur øðrvísi hóast avleiðingarnar tær somu.
- Dagpeningalógin umfatar lønmóttakarar, sum ikki fáa pening vegna sjúku frá arbeiðsgevara. Sigur til dømis sáttmálin hjá fysioterapeuti ella tannlækna, ið arbeiðir fyri seg sjálvan og er einsamallur í fyritøkuni, at viðkomandi fær løn frá arbeiðsgevara í sjúku, tekur dagpeningalógin ikki við, tí sáttmálin hjá viðkomandi ásetir, at teir skulu fáa pening vegna sjúku frá arbeiðsgevara. At tað er óheppið fyri viðkomandi, ið er einsamallur í egnum virki, er einki at ivast í. Við øðrum orðum eru hesi umfatað sum lønmóttakarar í lógini, men hoyra ikki til persónsskarðan, sum kann fáa útgjald. Hetta er ein bólkur av fólki, sum vóru umfatað í gomlu lógini, men sum eru útihýst í teirri nýggju, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, sum leggur afturat, at Almanna- og heilsumálastýrið er kunnað um hesar avleiðingar.

Dagpeningalógin
Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið viðmerking frá landsstýrismanninum í heilsumálum, sum er burturstaddur, um hvat verður gjørt við tey nógvu, sum duttu burtur úr dagpeningalógini, tá ið hon varð broytt í fjør summar. Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, løgfrøðingur á almannadeildini í Trivnaðarráðnum, upplýsir, at arbeitt verður av øllum alvi við at fáa kunngerðir og reglugerðir uppá pláss.
- At gera kunngerðirnar lidnar, verður raðfest ovast. Fleiri eru um at verða lidnar og fyrst í heyst skulu flestu kunngerðir og vegleiðingar verðið lidnar, sigur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen.
Ein grein í dagpeningalógini, arbeitt verður við nú, er greinin, ið umfatar álvarslig sjúk børn. Hon verður broytt soleiðis, at foreldur kunnu verða heima hjá álvarsliga sjúkum børnum og fáa dagpengar. Løgfrøðingurin upplýsir, at tað næsta farið verður í holt við, er tey sjálvstøðugu vinnurekandi, sum høvdu hálva trygging sambært gomlu dagpeningalógini og sum duttu burtur úr í teirri nýggju. Tilmælið er gjørt í málinum og er klárt til politiska støðutakan hjá nýggja landsstýrismanninum.
Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi álit um nýggja dagpeningalóg, arbeiddi í nærum tvey ár. Limirnir í bólkinum vóru Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, fulltrúi Almanna- og heilsumálastýrinum, Jákup í Gerðinum, Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, og
Anne Djurhuus, deildarleiðari á dagpeningadeildini á Almannastovuni. Álitið varð almannakunngjørt 16. februar 2000. Lítið ár aftaná, tann 16. januar 2001, legði táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, Helena Dam á Neystabø uppskot fram á ting um nýggja dagpeningalóg. Sambært viðmerkingunum í lógini hevur uppskotið verið til hoyringar á Almannastovuni. Í svari uppá skrivligan fyrispurning í løgtinginum 7. februar í ár sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaðurin, at 109 persónar eru dotnir úr skipanini, tí tey hava A-inntøku, og tí ikki lúka
treytirnar til ta sjálvbodnu tryggingina. Fyri teir 109 persónarnar er
A-inntøkan farin upp um tey vegleiðandi 25 prosentini, sum ásett eru í viðmerkingunum, og eru hesi koyrd úr sjálvbodnu skipanini, tí tey lúka ikki treytirnar longur. 12 persónar eru koyrdir úr, tí hesir onga inntøku hava.