Heri uttan heiðursmerki

Paul Farley av Isle of Wight leyp um bukk á talvuni, tá hann betraði persónliga metið við seks metrum

Ein av teimum, sum vanliga plagar at vera við heilt har frammi, tá heiðursmerki skulu handast, er Heri Ziska. Har eru tað sleggjuvarpið og diskos-kastið, sum plaga at kasta nakað av sær, og mánadagurin var so dagurin, tá sleggjan skuldi varpast úteftir.

Snýttir av Farley
Undan kappingini varð mett, at Heri helst skuldi stríðast um bronsuna við fyrst og fremst Paul Farley av Isle of Wight. Andy Frost at Isle of Wight er vanliga somikið einaráðandi, at hann mest sum uttan at ómaka sær tekur sær av gullinum, meðan tað skuldi liggja heilt væl fyri, um Heri skuldi fara at dystast við Gustafsson av Gotlandi, sum varð mettur sum upplagdur silvurvinnari.
Og í kappingini var tað alla tíðina so, at Heri var við í stríðnum um bronsuna. Tað óvæntaða var, at hetta var í dysti við Gustafsson. Farley, sum ongan tíð áður er farin upp um teir 44 metrarnar, tveitti alt fyri eitt sleggjuna út á 50 metrar, og hetta rakk til silvurmerkið. Gullið tók Frost sær av í tí heilt stóra stilinum. Eitt kast hjá honum miseydnaðist, tá sleggjan endaði uttan fyri kastibreytina, men annars varð nýtt Oyl-met sett fyri hvørt kastið. Tað seinasta og longsta heilt úti á 65,82 metrum.
Heri var fyri tað mesta at finna á fjórða plássinum, men í næst seinasta kastinum kom hann út á 46,67 metrar. Hansara longsta kast í fýra ár, og tá hetta samstundis var 10 sentimetrar meira enn Gustafsson, var bronsan nú í hond. Her var hon so fram til seinasta kastið hjá gotlendinginum, sum ripaði sleggjuna beint út um 48 metrar, og so stóð greitt, at talan gjørdist ikki um heiðursmerki hjá Hera.

Mítt tørn
Tað í sjálvum sær er sjálvandi eitt afturstig, nú hann hevur gjørt tað til mest sum ein vana at hava metal heim við sær aftur, men sjálvur lat Heri tó ikki heilt so illa at eftir kappingina.
- Sjálvandi er tað keðiligt, tá man ikki fær heiðursmerki, men hinvegin kann eg heldur ikki vera heilt ónøgdur. Eg kastaði jú tað besta kastið, sum eg havi havt í fýra ár, og undir vanligum umstøðum vildi hetta eisini verið nóg mikið. Men Farley snýtti okkum. Hann betraði seg sjálvan við yvir seks metrum, og tað er jú einastandandi flott. Kanska er tað eisini bara tað, at tað nú var mín túrur at verða snýttur. Sum oftast havi eg sjálvur togað meg eitt sindur óvæntað upp, men nú gekk tað so ikki.
Men tú vart jú á bronusplássinum undan seinasta kastinum hjá Gustafsson. Er tað ikki eitt sindur hugstoytt at missa somikið seint í kappingini.
- Tað er tað kanska. Men Gustafsson er javnan oman fyri teir 50 metrarnar, so eg hevði alla tíðina ein varhuga av, at hann fór longur upp, men tað rakk so bara til bronsuna hjá honum.

Fer eftir gullinum
Eftir sleggjuvarpið er nú bara kringlan ? ella diskos ? eftir hjá Hera. Her eru møguleikarnir fyri heiðursmerki av tí heilt fína slagnum nokk eisini betri enn í sleggjuvarpinum, og Heri dylur ikki fyri, at hann fer eftir tí besta.
- Eg fari eftir gullinum. Tað er so einki at ivast i. Men tá tað er sagt, so skal eisini leggjast afturat, har kann mest sum alt henda. Sjálvur kasti eg alt ov óstøðugt í løtuni, tí ein skaði hevur noytt meg at broyta teknikk, og so leingi sum hesin ikki er fínpussaður, so svinga úrslitini millum tað heilt góða og tað vánaliga. So mugu vit bara vóna, at tað verður tað góða lagið hesaferð, og eg havi tað vanliga so, at besta kastið á árinum kemur á oyggjaleikunum, so hvør veit, segði Heri Ziska at enda.