verður at avgreiða, tí annars ber stutt sagt ikki til at seta tingið eftir valið í januar. Og her tóku so tríggir tinglimir orðið. Allir tríggir høvdust at framferðini í sambandi við uppskotið um at gera Føroyar [...] um tingið var sinnað at víkja frá hesum tíðarfreistum. Men tað var tingið ikki. 13 atkvøddu fyri, 15 ímóti og tvær atkvøður vóru blankar. Hetta merkir, at nýtast skulu minst tríggir fundir við trimum
Summarsiglingin hjá Norrønu næsta ár verður ongd við tveimum vikum upp í 18 vikur og byrjar leygardagin 15. mai, tá siglt verður úr Hanstholm klokkan 20:00. Til fótbóltstúrin til Aberdeen við fráferð 12. oktober [...] oktober hava umleið 350 fólk biðið um ferðaseðil. Enn er meir enn ein mánaður til siglt verður, so tey á Smyril Line vænta rættuliga góða luttøku.
bólkur av 17 ungum fólki úr Svøríki, sum nevna seg Fältbiologerna, koma at vitja í Føroyum í døgunum 15. til 29. juni. Fältbiologerna er ein landsumfatandi felagsskapur í Svøríki fyri ungfólk, sum hava áhuga [...] tjaldpláss og mat verður 125,- kr. um dagin. Tað er soleiðis bert neyðugt at hava persónliga útgerð, so sum soviposa og klæði. Føroyskir ungdómar í aldrinum 16-25 ár, sum hava áhuga í at verða við á leguni
Á framsýning síni í Nørre Allé Medborgerhus hevur Tummas Jákup blíantstekningar, akryl málningar og so myndir við bæði blíanti og akryl. Tey 47 verkini á framsýningini eru ógvuliga ymisk, eisini í stødd [...] tekningum til itt 2x3 m stórt verk við blíanti, kolstift, lakki og máling. Henda framsýningini er ein av 15 í eini røð yvir eitt ár, og framsýningarnar hava tað til felags, at framsýnararnir eru útlendsk listafólk
Meðan Víkingur náddi at fara avstað undan illveðrinum og mjørkanum til Gibraltar, so hevur HB havt eina longri ferð til Wales, har liðið skal møta Newton AFC. HB vann fyrra dystin 1-0 við máli, sum Bartal [...] HB vinnur, skal liðið til Slovakia at spæla móti Spartak Trnava. Dysturin í Wales byrjar klokkan 18.15. FM1 fylgir gongdini í dystinum, meðan beinleiðis frásøgn verður frá dystinum í Gundadali millum B36
sum í FM kappingini hevur 28 stig ella sama sstigatal sum Ørnin. Tá ið tað stendur javnt í stigum, so verður tann fremri í FM kappingini, sum var fremri á ólavsøku. Harvið hevur Ørnin vunnið silvur í FM [...] (ÍF) 9 Títlingur (HR) 10 Teistin (AR) 11 Svanur (Skála) 12 Pílur (RK) 13 Marianna (VÍF) 14 Blikur (AR) 15 Ingibjørg (HR)
júst tann flokkin. Hesaferð var tað Svanna við Barbaru Carlsen ið vann, tær hava annars ikki havt eitt so gott kappingarár, sum onkur hevði væntað, men á ólavsøku vóru tær til reiðar og vunnu ein rættiliga [...] ung var eisini sera spennandi. Á degnum var tað Silfa hjá Ásu Bárðardóttir ið vann, men har vóru bara 15 hundrandapartar av einum sekundi aftur til nummar fýra, Sirkill og Ranju H. Durhuus. Millum hasi rossini
Sambært borgarstjóranum órógvar nýggi vegurin ikki havnarlagið, tvørturímóti. - Vegurin er teknaður, so at hann er ein hjálp til havnarlagið. Fjøruvegurin er partur av miðbýarætlanini. Verkfrøðingar og onnur [...] samband við, at Fjøruvegurin alment er tikin í nýtslu, verður í dag, fríggjadagin 16. februar klokkan 15. Hátíðarhaldið verður við brúnna á nýggja Fjøruvegnum. Á skránni verður: - Ítróttafeløg renna stafett
i nú fimm dystir eru eftir at leika. Harumframt hevur Thisted trupuleikar við fíggjarligu støðuni, so hetta eru svárir dagar hjá Thisted. Thisted er næstaftast við 21 stigum. Teir hava 25 stig upp til [...] klokkan 13 tekur Thisted móti HIK á heimavølli. Kappingin í triðbestu donsku fótbóltsdeildini endar 15. juni.
av dystinum. Í 82. minutti javnaði Durita Hummeland (myndin) til 1-1. Tað gingu bara fimm minuttir so hevði Durita Hummeland lagt KÍ á odda 2-1. Tveir minuttir seinni økti Sólja Ernstsdóttir til 3-1, og [...] stigi. Leygardagin klokkan 13 tekur NSÍ móti TB/FCS/Royn við Løkin í Runavík. Sunnudagin klokkan 12.15 spæla Víkingur og Skála ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu, og somu klokkutíð tekur HB móti KÍ á ovara vølli