VB gjørdi sína skyldu

Oddaliðið VB gjørdi sína skyldu sunnudagin við at vinna greitt á Kyndli í Vági.

VB var stórfavorittur, tá ið Kyndil vitjaði í Vági sunnudagin, og heimaliðið livdi eisini upp til tað, ið var væntað av teimum. Tær settu beinan vegin Kyndil upp á pláss, og serliga í fyrra hálvleiki bleiv havnarliðið snøgt sagt runnið um koll.

Skoraðu eftir vild
Fyrstu fáu minuttirnar fylgdi Kyndil so dánt við heimaliðnum, men so kom eitt langt tíðarskeið, har VB av álvara spelaði frá havnarliðnum. Støðan var 4-2 til heimaliðið, men so gingu tað góðir 23 minuttir, har Kyndil bert fekk tað eina málið, meðan VB skoraði ikki færri enn 15 ferðir, og munurin millum topp og botn í Sunset-kappingini kom greitt til sjóndar.
Bóltarnir snøgt sagt flugu um oyruni á málverjanum hjá Kyndli, Guðrun í Lágabø, nú hon saman við liðfeløgunum var og vitjaði í heimbygdini hjá sær. Tað er synd at siga, at gomlu liðfelagarnir hjá henni vóru blíðar við hana.
Dysturin var tí langt síðani avgjørdur, tá ið komið var til hálvleiks, tí støðan var tá ikki minni enn 20-5 til VB, og hetta gjørdi, at heimaliðið tók sær eitt sindur meiri av løttum eftir steðgin. VB setti ferðina niður, og hetta gav Kyndil høvi til at koma eitt sindur fyri seg, og tí var ikki nakar serligur munur á liðunum báðum í seinna hálvleiki.
Tað er tó einki at ivast í, at um VB vildi, so høvdu tær sum einki megna at sett ferðina upp aftur, og so var sigurin vorðin enn størri, enn hann gjørdist.
Kyndil er eitt av botnliðunum í kappingini, men í kvøld skal liðið í dyst aftur, tá ið StÍF kemur til Havnar, og tá er møguleikin fyri at vinna okkurt stigið ikki heilt eiðasørur.

VB-Kyndil 32-14 (20-5)
VB: Aukse Vysniaskaite 9(3), Daiva Tomaite 9(3), Laila Jespersen 5, Rannvá Augustinussen 4, Christina Holm 2, Sólrun Krosslá 1, Margreth Augustinussen 1, Arnleyð Hjelm 1
Kyndil: Súsanna Petersen 5, Ann Mari Wang 4, Hildur Mikkelsen 2, Lotte Sørensen 2, Randi Wardum 1
Brotskøst: VB 10(6), Kyndil 1(0)
Útvísingar: Kyndil 3
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen