5-MANNAFØR GENTUR
Í fjør varð Blikur av Argjum FM vinnari í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Í fyrraárið var tað Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum var meistari.
Enn er kappingin fyri í ár ikki komin meiri enn gott og væl hálva leið. Men tað er eingin ivi um, at meistarin verður meistarin í fjør ella meistarin í fyrraárið.
Eftir róðurin á Varmakeldu er tað Blikur, sum er best fyri. Argjagenturnar eru fyri fyrstu ferð í ár á odda. Tær eru tvey stig undan Dreka gentunum. Á Norðoyastevnu kiksaði tað fullkomuliga hjá Bliki. Ta ferðina vann Drekin. Síðani hevur Blikur vunnið hvørja ferð, og Drekin hevur verið næstfremstur.
Sigurin hjá Bliki var ikki so sannførandi á Varmakeldu, sum hann var á Jóansøku, men úrslitið sigur, at tað skal nógv til fyri at taka Blik. Á Trongisvágsfirði var hann tíggju sekund undan Drekanum, og hesa ferð var hann stívliga fýra sekund ella meiri enn eina bátslongd frammanfyri Drekan.
Í fjør vann Argja Róðrarfelag trý FM heiti - Blikur við dreingjum og gentum og so við Argjabátinum, sum var besta 8-mannafarið. Í ár tykist tað bara vera gentumanningin umborð á Bliki, ið verður før fyri at endurtaka bragdið.
Um tað skal eydnast Dreka gentunum at órógva kósina hjá Bliki ímóti FM heitinum, so verður tað neyðugt hjá teimum í Havnar Róðrarfelag at gera nakað við Blik á Skála nú leygardagin. Út frá úrslitunum í fýra teimum fyrstu kappingunum, so bendir einki á, at nakar annar skal vinna fremsta plássið í FM kappingini. Men avrikið í Fuglafirði kundi bent á, at onkur annar fer at blanda seg í stríðið um fremstu plássini á Skála.
Havfrúgvin úr Vestmanna, sum er einasta manningin, ið luttekur í FM kappingini úr stoltu róðrarbygdini, vann leygardagin triðja plássið. Hetta var besta úrslitið hjá teimum í ár, og tað var ikki so langt fram til næstfremsta plássið. Drekin var minni enn eitt hálvt sekund undan Havfrúnni.
Úrslit
1Blikur05:20.02
2Drekin05:24.21
3Havfrúgvin05:25.15
4Tjaldrið05:28.11
5Tekla05:30.22
6Erla Kongsdóttir05:42.00