Tá innleiðandi kappingin til innandura HM í Rzesow í Póllandi var liðug hósdagin var Magnus Andreassen nummar 15 í compoundbólkinum fyri skjúttar undir 19 ár.
Hetta var hann kom fram til eftir eina trilvandi byrjan, har tað ikki ordiliga gekk eftir ánni. Men tað skilst, at Magnus Andreassen fekk ein riffil frá Jógvan Magnusi Andreasen, ið var liðleiðari á túrinum, og eftir hetta skeyt Magnus Andreassen líka væl, sum hann plagar at gera í Føroyum.
- Hann bað meg taka meg saman, og ikki vera óðan. Tað gjørdi eg so, og so gekk sum eftir ánni, sigur Magnus Andreassen, sum leggur dent á, at tað ikki er ofta, at hann skal bukast upp á pláss. Og er skjótur at leggja afturat, at Jógvan Magnus Andreasen var fínur at hava við.
Væl nøgdur
- Eg haldi, eg eri væl nøgdur. Tað kundi gingið betri ímóti svianum, men eg haldi eg eri nøgdur við tíggjunda pláss, sjálvandi hevði tað verið stuttligari at komi í finaluna. Og eg hevði klárað tað betri enn teir, sum skutu í finaluni, greiðir Magnus Andreassen frá, sum í áttandapartsfinaluni tapti við einum stigið – 115-116 – ímóti einum svia, ið lá nummar tvey innleiðandi og eisini endaði nummar tvey í kappingini.
Boðin til Danmarkar
So skjótt kappingin var liðug, kom ein leiðari í einum donskum felagið og bjóðaði 16 ára gamla føroyska skjúttanum til Danmarkar at skjóta saman við teimum, tí hann er á so góðum støði.
Schandorff Vang, ið var dómari til kappingina greiðir somuleiðis frá, at sviar vóru sera sannførdir av 16 ára gamla runavíkinginum.
- Eg veit ikki um eg fari av landinum, men alt kann henda, sigur Magnus Andreassen, sum var á veg í skúla, tá Sosialurin fekk orð á hann.
Fín kapping
Ungi runavíkingurin er somuleiðis sera væl nøgdur við umstøðurnar til kappingina.
- Har var øgiliga gott ljós, og tað ger beinanvegin, at mann sær nógv betri í siktinum, tá vit vandu var tað í einum myrkari hølum, og tað ávirkaði skjótingina hjá mær, fortelur Magnus Andreassen. Sum tó heldur, at tað kanska var í so trongt hjá áskoðarunum.