Flogbóltur
So hendi tað, sum flestu flogbóltshugaði høvdu vónað. Mjølnir, sum annars hevur hótt við at gera flogbóltskappingina hjá monnum til eina langa sigursrøð, varð steðgað um vikuskiftið, tá teir vitjaðu hjá Fleyr.
Fleyr hava í ár givið ábendingar um, at teir kanska kundu fara at gera nakað um seg, men kortini hevur tað leingi tókst, sum skuldu klaksvíkingarnir verða ov stinnir.
Hendan myndin broyttist tó leygardagin. Havnarmenninir gjørdu alt fyri eitt greitt, at her skuldi Mjølnir ikki fáa nakað sum helst ókeypis. Við einum góðum stríðsvilja og disciplini í spælinum eydnaðist eisini vertunum at koma á sigurskós, tá teir tóku tey bæði fyrstu settini. Um teir hildu, at nú var sloppið, so fóru teir tó skeivir. Mjølnir vildi í øllum førum ikki geva seg, og tá Fleyr var farið at gleða seg dekan ov tíðliga, gjørdist talan um rættiligt skrædl í triðja settinum. Tað hevur áður víst seg í líknandi dystargongdum, at tað kann gerast tungt at venda, um tú tapir tríja settið, men hetta megnaðu teir á heimaliðnum kortini.
Teir vunnu aftur á beint, og við einum framúr fjórða setti, eydnaðist at taka stigini, sum av álvara skaptu spenning aftur í deildina.
SÍ í oddin
Her er Fleyr framvegis á triðja plássinum, men nú bert tvey stig aftan fyri Mjølnir. Og SÍ slapp sær so ájavnt klaksvíkingunum, tá teir vitjaðu Fram. Her var eingin ivi um, at stigini skuldu fara vestur við gestunum. Fram royndi annars at stríðast, men yvirvaldið var tó ov stórt.
Og so verður av álvara spennandi at síggja, hvussu leikur fer at fara hjá sørvingunum. Teir hava enn dystir móti Mjølni og Fleyr eftir í grundspælinum, og teir báðir dystirnir kunnu gera, at SÍ verður einsamalt oddalið, tá farast skal undir endaspælið. Hinvegin er eisini møguleiki fyri, at alt verður so púrasta javnt, og undir øllum umstøðum tykist tað nú soleiðis, at spenningurin skal halda sær heilt fram móti seinasta leikdegi. Og tað er í øllum førum at fegnast um.
Úrslit
Meistaradeild menn
Fram-SÍ 0-3 (15-25, 20-25, 22-25)
Fleyr-Mjølnir 3-1 (25-21, 25-21, 9-25, 25-21)