VB-Neistin 22-17 (9-8):
Hóast Neistin størsta partin av kappingarárinum hevur havt munin á VB, so hava vágsgenturnar støðugt havt onkrar eyka trumfar í hondini. Nevnliga at tær áttu tveir heimadystir á móti Neistanum.
Men eitt er at tosa um fyriumunir. Týdningarmiklari er at prógva, at somu fyrimunir eru ítøkiligir, og tað var hetta, sum var setningurin hjá VB sunnudagin.
Skrædnaði seinastu minuttirnar
Og setningurin varð rokkin, kann nú staðfestast.
Móti Neistanum var talan annars alla tíðina um ein sera tættan dyst. VB var tó liðið, sum hevði munin fyri tað mesta. Neistin royndi í sínum lag at ansa eftir Daivu Toumaite, og tær megnaðu so dánt at halda fast í VB, sum ikki veruliga slapp avstað.
Men tað er tungt, tá støðugt er eitt, tvey og kanska trý mál aftanfyri. Og tað kostaði eisini hjá Neistanum at enda. Seinastu løtuna setti VB nevnliga av álvara trumf á. Neistin hevði tá ikki ráð at sýna meira tol í spælinum, og tá tær so royndu at satsa í royndini at vinna VB aftur, gav hetta baksláttur.
Heimaliðið sementeraði nevnliga sigurin seinastu løtuna, og so var fagnaðurin sum vera man stórur í VB-høllini.
Finaluklárar
Og tað var eisini øll orsøk til tað. Tí við sigrinum hevur VB fingið annað beinið væl og virðiliga inn um finalugáttuna.
Tvey stig eru á muni, og tey kann Neistin sjálvandi vinna aftur, um tær vinna seinna útidystin móti VB. Men málmunurin hjá VB er nú væl betri, enn hann er tað hjá teimum bláu, so megnar VB at halda tørn móti niðaru støddu liðunum á stigatalvuni, skuldu allir møguleikar verið at spælt seg í FM-finaluna annað árið á rað.
Fakta um dystin
VB-Neistin 22-17 (9-8)
10 min: 3-3
20 min: 5-6
40 min: 15-13
50 min: 18-16
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 11(3), Laila Jespersen 3, Christina Holm 3, Svava Vestergaard 2, Gurið K. Mortensen 2, Theresa Joensen 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 6(1), Unn J. Kragesteen 3, Rakul Magnussen 2(1), Anja Heinadóttir 2, Rakul Augustinussen 2, Elin Stakksund 1, Marjun F. Danberg 1
Brotskøst: VB 4, Neistin 4
Útvísingar: VB 2, Neistin 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen










