Ert tú til ítrótt, dámar tær at hugna tær í stórum lundum ella ganga túrar í náttúruni, meðan tú hyggur eftir teimum mongu djórunum, sum ferðast rundan um teg, so hevur Reykjavík eisini møguleikar fyri teg.
Býurin hevur m.a. eina stóra tjørn, sum liggur mitt í sjálvum býnum. Har er sera vakurt og hugnaligt kring tjørnina, og um tú ert mitt í býnum og hevur brúk fyri at taka tær av løttum, so er túrurin ikki langur til tjørnina.
Tjørnin er tó ikki einasta náttúrustaðið í Reykjavík, har tú kanst taka tær av løttum. Reykjavík hevur eisini ein stóran dal, sum liggur á leið 15 minuttir til gongu frá miðbýnum. Laugardalurin, sum dalurin verður kallaður, er millum annað heimstað hjá tjóðarleikvøllinum hjá íslendingum.
Vøllurin og íshøllin
Tað er eingin ivi um, at útlendingar kenna Laugardalin serliga væl orsaka av íslendska tjóðarleikvøllinum. Vøllurin liggur avbera væl fyri í Laugardalinum, og hesin má uttan iva metast at vera ein av vakrastu leikvøllum í Evropa. Tað er ikki so langt síðani, at føroyska landsliðið leikti á hesum vøllinum og tapti 2-1 fyri Íslandi.
Laugardalurin hevur harafturat eina aðra stóra høll fyri ítróttaráhugaði. Fyri ikki so nógvum árum síðani bleiv ein stór innandura skoytuhøll bygd, og henda er sera væl umtókt millum íslendingar og ferðandi til Íslands, sum dáma at standa á skoytum.
Spennandi djóragarður fyri børnini
The Family Park and Zoo er eisini partur av Laugardalinum. Hetta er ein djóragarður, sum serliga børnum dáma sera væl. Djóragarðurin er opin alt árið, og har finnast mest djór, sum liva í Íslandi – bæði djór, sum finnast á bóndagørðum, og djór, sum liva vilt í landinum.
Í djóragarðinum finnast øll djór frá revum til kópar til húsdjór, sum seyðir og hestar. Um sumrini hevur djóragarðurin nógv spennandi á skránni fyri børn í øllum aldri.
Laugardalurin hevur eisini ein sera vakran urtagarð við trøum, runnum og einum fantastiskum fuglalívi. Í urtagarðinum liggur eisini ein hugnalig café, kallað Café Flora. Har kunnu fólk fáa sær ein drekkamunn ella tílíkt, um tey hava brúk fyri tí.
World Class, sum vit skrivaðu um í gjár, liggur eisini í Laugardalinum, og um ferðafólk, sum ætla sær til Reykjavíkar, hava ein serligan áhuga fyri Laugardalinum, so liggur eitt gistingarhús í útkantinum av dalinum.