Í morgin, mánadagin, klokkan 15 letur Eli Smith, listamaður, upp framsýning í Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi í Havn. Dóttirin, Anna á Váli Smith, og Sára Olsen spæla cello og klaver til upplatingina. Fyri [...] og holumálningunum í Spania hava sannført hann um dygdina í hesum arbeiðshátti. Eisini hevur Eli arbeitt við verkætlanum at prýða rúm, bæði við málningum í Runavíkar Skúla og nú í seinastuni við mosaikki
at úrsliti í Danmark var um 2,80 krónur og í Finnlandi um 4 krónur pr. innbyggjara. Av tí at veðri var so vánaligt leygardagin, var ikki komið so langt i Havnini, tí hava fólk gingið í Havn mánakvøldið [...] komnar inn í innsavningini hjá Reyða Krossi, sum hevur verið um vikuskiftið. Fyribils úrslit av innsavningini hjá Reyða Krossi vísur, at roknast kann við, at hvør føroyingur hevur goldið 8 krónur í reyðu [...] sum hava hug at hjálpa, kunnu møta í Reyða Krossi, inngongdin i Vágsbotni klokkan 19. Kanska fáa vit enn fleiri pengar til neyðhjálp, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroyar.
Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu í Havn. Heitið á framsýningini er: Útróðrarbørn - sálmar lívsins. Tað, at vaksa upp í Klaksvík millum bátar, skip og trolarar, fólk í øllum aldursbólkum [...] báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú so at siga gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt. Framsýningin verður opin til 10. september, týsdag
Í gjár skifti Skipshandlin á Eystarubryggju í Havn eigarar. Tað er fyritøkan Jógvan Weihe, sum keypti handlin frá trolkvirkinum Vónini. Stjórin á Vónini, Hjalmar Petersen sigur við Portalin, at Skipshandlin [...] men onkrar broytingar verða. Tó verður Skipshandilin nú stongdur í nakrar dagar, áðrenn hann letur uppaftur í eitt sindur broyttum hami í næstu viku. Á myndini eru tað, frá vinstru, Hjalmar Petersen stjóri [...] Skipshandlin passaði ikki longur heilt inn í virksemið hjá vónini og tí verður hann nú seldur. Hinvegin sigur Ólavur Weihe, stjóri hjá Jógvan Weihe, at Skipshandilin hóskar væl til tað virksemið, tey longu hava
Seint í gjárkvøldið - klokkan 22:43 - fekk Politistøðin í Havn fráboðan um ein bil sum var stolin við Bygdarhúsið í Kollafirði. Førarin av bilinum var farin inn í bygdarhúsið, men tá viðkomandi kom út [...] førarin ein kvinna at hon helt seg hava hoyrt at onkur setti bil hennara í gongd, og var farin avstað við honum. Lykilin stóð í bilinum. Tíbetur fyri hana var bilurin funnin aftur løtu seinni og heldur [...] heldur ikki so langt frá staðnum, hagani hann var horvin. Hann stóð tá parkeraður í Líðini teir kalla. Hann var í roynd og veru uppsteðgaður, ikki orsakað av mangul uppá brennievni, men tí okkurt var áfatt
Hesa vikuna hava tey telduviku í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Og har er høvi hjá teimum eldru borgarunum at kunna seg ókeypis up telduna. Tiltakið er hvønn dag hesa vikuna frá klokkan 10 til 12 og frá [...] penjónistum í Tórshavnar kommunu møguleikar at hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Eitt fjøltáttað virksemi við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum í hugnaligum umhvørvi. Tilhaldið heldur til í Gomlu [...] Gomlu Føroya Banka húsunum í Tórsgøtu, og har hittast tey eldru hvønn dag og hava eina hugnaliga og gevandi løtu saman. Opið er allar dagar og tað krevst ikki nakar limaskapur til at kunna brúka tey tilboð
eldsbruna í einum sethúsum í Ravnsoyargøtu í Havn. Her brunnu trý børn inni tann 7. mars í 2006. Út frá hesum fer sjónvarpsverturin Jan Lamhauge at seta sjóneykuna á brunatrygdina á føroyska bústaðarm [...] bústaðarmarknaðinum, og hvørt fólk í dag taka ta sonevndu brunakunngerðina í álvara. Hann hevur fyrireikað hesa sendingina í fleiri mánaðir, og í kvøld er hon so sett á skrá undir heitinum: Brandfellurnar. - Eg [...] Í kvøld klokkan 20 sendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum eina føroyska dokumentarsending út frá einum av stóru sorgarleikunum í nýggjari tíð her á landi. Hesin sorgarleikurin fór fram í samband við ein eldsbruna
Manskórið úr Dalavík í Íslandi og sangarin Matti Matt hava rokk-konsert í Norðurlandhaúsinum í Havn í morgin, leygardagin 2. juni klokkan 19:30. Á skánni eru kend løg hjá The Beatles og Queen, eitt nú [...] enn 3.000 fólk hava verið til konsertirnar, sum hava verið í Salurinn í Kopavogur, Mentanarhúsinum Hof í Akureyri og í mentanarhúsinum Berg í Dalavík. [...] so kend í fleiri áratíggju. Orkestrið, sum spælir, er mannað við viðurkendum íslendskum tónleikarum. Hetta er fjúrtanda ferðin, at kórið førir fram hesa skránna, sum hevur verið sera væl umtókt í Íslandi
Leygardagin 21. januar í ár vóru 12 ár liðin, síðani kristiliga útvarpsstøðin Lindin byrjaði at senda. Í hesum sambandi verður stuðulsdagur í Lindini í dag frá kl. 14 og til umleið kl. 23. Sent verður [...] verður beinleiðis úr Klaksvík og úr Havn við tónleiki og práti við ymiskar gestir, bæði nær og fjar. Í útvarpsstovuni verða Jenis av Rana, Preben Hansen, Absalon Áargarð, Erna Háberg, Símun Hansen, Sólbjørg [...] Lindin sendir 24 tímar um samdøgrið og hevur í dag 11 sendarar sum røkka til umleið 85 prosent av føroya fólki. Umleið 50 fólk eru á ein ella annan hátt virkin í Lindini, og av teimum virka tey flestu sjálvboðin
kappast um at gerast Føroya besti nýggi bólkur, tá ið finalan í tónleikakappingini Sement verður í annaðkvøld. Størsta Sement nakrantíð endar í morgin. Og umleið á miðnátt verður avdúkað, hvør fer av stað [...] Jústines í Túni 20.25: Black Crow King 20.50: The Happening 21.15: Tummas Larsen 21.40: Jürghinn 22.05: Ari, Bogi og Barbara 22.30: Sleepless Ghosts Eins og við undanførunum, so verður finalan í Perluni [...] Perluni í Havn. Tiltakið byrjar kl 20.00 Hesum boða fyirreikarar frá.