Bestu gevarar í Norðurlondum

Leysliga talt eru 400.000 krónur komnar inn í innsavningini hjá Reyða Krossi, sum hevur verið um vikuskiftið.

Fyribils úrslit av innsavningini hjá Reyða Krossi vísur, at roknast kann við, at hvør føroyingur hevur goldið 8 krónur í reyðu bússurnarnar, sum fólk hava borið runt kring landið síðani fríggjadagin.

Til samanlíkning kann upplýsast, at úrsliti í Danmark var um 2,80 krónur og í Finnlandi um 4 krónur pr. innbyggjara.

Av tí at veðri var so vánaligt leygardagin, var ikki komið so langt i Havnini, tí hava fólk gingið í Havn mánakvøldið, og halda áfram týskvøldið og mikukvøldið.

- Tey, sum hava hug at hjálpa, kunnu møta í Reyða Krossi, inngongdin i Vágsbotni klokkan 19. Kanska fáa vit enn fleiri pengar til neyðhjálp, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroyar.