Í gjár skifti Skipshandlin á Eystarubryggju í Havn eigarar.
Tað er fyritøkan Jógvan Weihe, sum keypti handlin frá trolkvirkinum Vónini.
Stjórin á Vónini, Hjalmar Petersen sigur við Portalin, at Skipshandlin passaði ikki longur heilt inn í virksemið hjá vónini og tí verður hann nú
seldur.
Hinvegin sigur Ólavur Weihe, stjóri hjá Jógvan Weihe, at Skipshandilin hóskar væl til tað virksemið, tey longu hava.
Hann leggur afturat, at Skipshandilin verður ikki broyttur tað heilt stóra, nú tey hava keypt hann, men onkrar broytingar verða.
Tó verður Skipshandilin nú stongdur í nakrar dagar, áðrenn hann letur uppaftur í eitt sindur broyttum hami í næstu viku.
Á myndini eru tað, frá vinstru, Hjalmar Petersen stjóri á Vónini, Ólavur Weihe, stjóri hjá Jógvan Weihe og bróðurin Gunnar Oluf Weihe.
Myndina tók Birgir Waag Høgnesen.