Hesa vikuna hava tey telduviku í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Og har er høvi hjá teimum eldru borgarunum at kunna seg ókeypis up telduna. Tiltakið er hvønn dag hesa vikuna frá klokkan 10 til 12 og frá klokkan 13 til 15.
Endamálið hjá Tilhaldsinum er at geva penjónistum í Tórshavnar kommunu møguleikar at hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Eitt fjøltáttað virksemi við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum í hugnaligum umhvørvi.
Tilhaldið heldur til í Gomlu Føroya Banka húsunum í Tórsgøtu, og har hittast tey eldru hvønn dag og hava eina hugnaliga og gevandi løtu saman. Opið er allar dagar og tað krevst ikki nakar limaskapur til at kunna brúka tey tilboð, ið eru.
Úr Tilhaldinum heilsa tey, at hjálparfólk eru i teldurúminum at vegleiða, og at øll eru hjartaliga vælkomin.










