Íslendsk rokkkonsert í Norðurlandahúsinum

Manskórið úr Dalavík í Íslandi og sangarin Matti Matt hava rokk-konsert í Norðurlandhaúsinum í Havn í morgin, leygardagin 2. juni klokkan 19:30.
Á skánni eru kend løg hjá The Beatles og Queen, eitt nú Hey Jude, Let it be, Yesterday, Bohemian Rapsodie, Don´t stop me now og We are the champions.
Kórleiðarin, Guðmundur Óli Gunnarsson, hevur arrangerað sangirnar, og hann fer eisini at greiða frá løgunum, sum hava verið so kend í fleiri áratíggju.
Orkestrið, sum spælir, er mannað við viðurkendum íslendskum tónleikarum.
Hetta er fjúrtanda ferðin, at kórið førir fram hesa skránna, sum hevur verið sera væl umtókt í Íslandi. Fleiri enn 3.000 fólk hava verið til konsertirnar, sum hava verið í Salurinn í Kopavogur, Mentanarhúsinum Hof í Akureyri og í mentanarhúsinum Berg í Dalavík.