Seint í gjárkvøldið - klokkan 22:43 - fekk Politistøðin í Havn fráboðan um ein bil sum var stolin við Bygdarhúsið í Kollafirði.
Førarin av bilinum var farin inn í bygdarhúsið, men tá viðkomandi kom út aftur, var bilurin horvin. Boðað varð beinanvegin frá hesum til rætta stað.
Fyri vakthavandi á Politistøðini upplýsti førarin ein kvinna at hon helt seg hava hoyrt at onkur setti bil hennara í gongd, og var farin avstað við honum. Lykilin stóð í bilinum.
Tíbetur fyri hana var bilurin funnin aftur løtu seinni og heldur ikki so langt frá staðnum, hagani hann var horvin.
Hann stóð tá parkeraður í Líðini teir kalla. Hann var í roynd og veru uppsteðgaður, ikki orsakað av mangul uppá brennievni, men tí okkurt var áfatt við koblingini.
Enn er gerningsmaðurin ikki handtikin.










