Amariel Norðoy í Focus

Fríggjadagin 28. august kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Heitið á framsýningini er: Útróðrarbørn (lívsins sálmar). Tað, at vaksa upp í Klaksvík millum bátar, skip og trolarar, fólk í øllum aldursbólkum har fiskivinnan var grundarlagið, og man sum barn upplivdi, at tað var lívsgrundarlagið, bæði útróðurin og langfarafiskarí.

Amariel sigur, at tá ið hann vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg heima hjá teimum um dekksbátin “Norðan”, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú so at siga gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt.


Framsýningin verður opin til 10. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.