Leygardagin 21. januar í ár vóru 12 ár liðin, síðani kristiliga útvarpsstøðin Lindin byrjaði at senda.
Í hesum sambandi verður stuðulsdagur í Lindini í dag frá kl. 14 og til umleið kl. 23. Sent verður beinleiðis úr Klaksvík og úr Havn við tónleiki og práti við ymiskar gestir, bæði nær og fjar. Í útvarpsstovuni verða Jenis av Rana, Preben Hansen, Absalon Áargarð, Erna Háberg, Símun Hansen, Sólbjørg Zachariassen og Tór Arni Samuelsen. Tónleikaframførslur við Torkil Mørkøre, Signu Andersen, Olvheðin Andersen, Gunvá við Keldu, Tóra við Keldu og Jógvan við Keldu.
Lindin sendir 24 tímar um samdøgrið og hevur í dag 11 sendarar sum røkka til umleið 85 prosent av føroya fólki. Umleið 50 fólk eru á ein ella annan hátt virkin í Lindini, og av teimum virka tey flestu sjálvboðin.