vís í, at allir hundar kunnu venjast. Hetta heldur undirritaða verða løgi, tí øll kenna væl til, at tað er trupult at læra gamlan hund at sita, men hesum er Fríðhild óeinig í. -Eg eri heilt vís í, at allir [...] eigarum á skeiðnum. Venjingarnar gingu eftir vild hjá flestu hvølpum. Teir dugdu at sita, at fáa kontakt við eigaran, at ganga pent í bandi, men tá ið hundarnir skuldu sleppast leysir, ja, tá vildu hvø [...] elskar kava. Hon er ikki til at fáa inn aftur, tá ið tað er kavi, so nú verður verri, sigur eigarin, tá ið hann forpøstur roynur at fanga tíkina. Tað vísur seg skjótt, at tað er ikki kavin, ið hevur fangað
koma til Føroya at íðka ítrótt, so má minsta kravið vera, at teir hava eitt arbeiði at fara til, og at teir gerast ein natúrligur partur í føroyska samfelagnum. Eg dugi ikki at síggja, at ítrótturin skal [...] samdir um, at vit skulu hava ein skynsaman, góðan og menniskjaligan útlendingapolitikk. Vit hava góðar møguleikar at hyggja at grannalondum okkara, sum nógvastaðni hava ovurhonds stórar trupulleikar at dragast [...] . Eg dugi heldur ikki at síggja munin á einum polskum sveisara, einum italienskum lækna og einum rumenskum hondbóltsspælara. At útlendingamálini kunnu avgreiðast skjótari, og at vit flyta útlendingamál
sær, at Skála liðformaðurin noyddist at taka seg av válinum. Løtuna aftaná fingu fleiri av liðfeløgunum hjá honum gula kortið. Tað kundi tókst sum um, at teir vóru ikki sørt frustreraðir, eftir at liðformaðurin [...] Sigurin í Runavík mánakvøldið í síðstu viku varð mettur at vera júst heilivágurin, sum skuldi til, fyri at fáa gongdina frá nógvu teimum seinastu ferðunum at venda. Men eftir fyrstu Skála vitjanina nakrantíð [...] hjálpti hetta nakað, og kanska var ein onnur orsøk til, at talan í 2. hálvleiki ikki gjørdist um skrædl, at skálamenn ? hóast teir tóktust ætla sær at vinna uppaftur størri sigur ? á ein ella annan hátt vóru
varð møguleikin at útseta nevndur og kanska at spæla mánakvøldið. Men serliga klaksvíkingar settu uppá, at dysturin skuldi avgreiðast. Undir sovornum líkindum var tað eingin møguleiki at fáa rættuligt [...] dreyminum hjá klaksvíkingum um, at tað ? hóast tað leingi gekk av skriðuni ? skuldi eydnast at fáa heiðursmerkir, nú teir júst eru farnir um tey hundrað. Sunnudagin hvarv vónin um, at dreymurin skal gerast til [...] num, skumpaði hann ein um koll, og so var einki annað hjá dómaranum at gera enn at fara í reyvalumman. Men tað bilti ikki hjá VB, at teir vóru undirmannaðir. Jón Pauli Olsen, sum var á sentrala miðvøllinum
beint eftir, at tíðin var farin, eina týska heimasíðu, sum visti at siga, at skipanin var 270. Men her gjørdist ikki annað enn at bíða eftir klaksvíkingum og vóna, at teir ikki fóru at siga 270. Men teir [...] sum komin var at halda skil og og møguliga handa vinningar, helt seg beinanveg fram at og fekk orð á talsmannin, so vinningarnir kundu handast rætta viðkomandi. Skjótt skuldi berast at, tí reportarin [...] fyritøkurnar báðar, so tað varð hildið rímiligt, at finalan varð avgreidd á høvuðsstøðini. Drigið varð fram tilfar av øllum møguligum slagi, sum væntast kundi at koma fyri í slíkari kapping. Fólk sótu við teldurnar
eigur at kanna virksemið hjá krígsbrotsmannadómstólinum, tá havt verður í huga, at dómstólurin noktaði Milosevic at leita sær læknahjálp í Russlandi. Politika spyr eisini, hvussu tað ber til, at fyrrverandi [...] krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia, at Milosevic var deyður av einum hjartatilburði, men at nærri kanningar skulu gerast. Tað ljóðar sannlíkt, at tann 64 ára gamli Milosevic doyði av hjartanum [...] plagdi at stuðla Milosevic, men sum hevur vent sær frá honum í seinastuni, heldur uppá, at gamli forsetin hevði verið frídømdur í Haag, hevði málið ímóti honum komið til dóms. Blaðið heldur, at altjóða
royni at fáa fram við mínum myndum, sigur Helgi, sum ikki dylur yvir, at eftir hansara tykki er nógv nútímans list í so stressandi at hyggja at. - Mínir málingar skulu heldur geva fólki høvi at steðga [...] orsøkunum er, at eftir mínum tykki er føroyski báturin størsta listaverkið, vit føroyingar eiga. Men báturin gevur eisini møguleika at fáa fram nakað grundleggjandi og heilskapað á tann hátt, at báturin til [...] r eina friðsælu yvir sær, sum geva eina kenslu av, at her er alt, sum tað eigur at verða. Alt er komið uppá pláss onkursvegna. Helgi ímyndar sær, at málingarnir soleiðis kunnu geva áskoðaranum somu kenslu
Kjakinum í SvF herfyri júst hesa grundgeving at vísa á, at rasa, húðarlitur, nationalitetur, etniskur uppruni og trúgv eiga at standa í paragraffini. Men í staðin fyri at halda fram og taka fullan konsekvens av [...] av síni grundgeving, slapp hann (uttan átalu frá vertinum) fyri opnum skermi at billa Føroya fólki inn, at av tí at allir føroyingar ikki eru samkyndir, skal paragraffin ikki víðkast. Nei Bill, víst eru [...] diskriminering vegna trúgv, og tað er at fegnast um. Men tað er hugstoytt, at fleiri av hesum somu ikki unna sínum medmenniskjum somu verju, sum tey sjálvi hava møguleikan at gera sær dælt av, um tey kenna seg
uti og lækna, og at meta eftir talvuni var hetta nakað, sum Stóri hevði vant nakað væl meira enn hinir. Men hann helt tó ikki, at akkurát tað var orsøkin til, at honum dámdi so væl at savna liðið á slíkan [...] tveita bowling-kúluna. So er bara at vóna, at Larsen er eins góður til at »taka keylur« mikudagin, sum hann var tað mánakvøldið. [...] Upphiting Heldur enn at venja fleiri ferðir hvønn tann einasta dag, so hevur Henrik Larsen oftani valt, at onnur ítriv eisini koma á skránna, tá landsliðið er saman. Ikki minst, tá talan er um sonevndu
ikki er møguligt at flyta veiðuorku og fiskidagar millum línubatar og útróðrarbátar. Hetta er gjørt fyri at varðveita verandi útróðrarflota og fyri at forða fyri, at fleiri línuskip yvir 110 tons koma í [...] Kalsø. Við tað at landsstýrismaðurin er sannførdur um, at verandi lógir og reglur ikki til fulnar liva upp til sjálvan andan í lógini um at veiðutrýstið ikki skal økjast, er farið undir at endurskoða alla [...] burturvið, at Heidi Petersen sigur, at álitíð á landsstýrismannin er minkað, tí eg arbeiði eftir galdandi lógum og kunngerðum. Men eg eri samdur við Heidi Petersen, at vit mugu ansa eftir, at veiðutrýstið