- Landsstýrismaðurin er ovasti umsitingarligi leiðari. Tað merkir, at landsstýrismaðurin altíð skal umsita eftir galdandi lógum og reglum. Sjálvt um Heidi Petersen hevur rímiligar royndir í politikki, so kann sigast við vissu, at tað er okkurt grundleggjandi, hon hevur misskilt, tá hon sigur, at landsstýrismaðurin skal umsita og avgreiða ítøkilig mál eftir tingsins vilja. Var hesin umsitingarháttur galdandi, var ikki neyðugt við landsstýrismonnum. Eftir stýrisskipanini er skott millum útinnandi og lóggevandi vald, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivunnumálum.
- Samstundis er landsstýrismaðurin Løgtingsins tænari og skal syrgja fyri, at lógir og kunngerðir samsvara tingsins vilja. Tað kann landsstýrismaðurin gera við at smíða uppskot til nýggjar lógir, gera uppskot til lógarbroytingar, og lýsa nýggjar kunngerðir. Tá talan er um samanlegging av veiðuloyvum og avhendan av fiskidøgum, er tað júst tað, sum landsstýrismaðurn hevur gjørt, sigur Bjørn Kalsø.
- Onki varð gjørt
- Tjóðveldisflokkurin hevur sitið í samgongu seinastu sjey árini áðrenn hetta valskeiðið. Øll hesi árini eru nógvar hugsjónarligar broytingar gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap, millum annað er umsetiligheit komin inn í skipanina. Reglur eru eisini gjørdar um samanlegging av fiski - og veiðuloyvum. Í kjalarvørrinum av hesum broytingum hava nógvir ivaspurnigar stungið seg upp, og nógv rok mann hava verið frammi. Onkur av hesum rokmálum er endað í rættarmálum, har endurgjaldskrøv er sett fram eftir milliónaupphæddum. Onki var tó gjørt fyri at broyta hesar lógir og reglur, meðan Tjóðveldisflokkurin sat í samgongu.
- Úrslitið kenna vit í dag. Útróðrarflotin er nærum burtur. Og línuflotin er nógv vaksin. Javnvágin í fiskidagaskipanini er farin av lagi. Útróðrarmenn sita við tí fatan, at teir hava mist rættindi, og línumenn fáa ikki roynt hvør fyri øðrum, sigur Bjørn Kalsø.
Lógin broytt
- Ikki fyrrenn henda samgongan kom til er handlað. Lógin er broytt soleiðis, at tað nú ikki er møguligt at flyta veiðuorku og fiskidagar millum línubatar og útróðrarbátar. Hetta er gjørt fyri at varðveita verandi útróðrarflota og fyri at forða fyri, at fleiri línuskip yvir 110 tons koma í flotan. Lógarbroytingin er samtykt í tinginum, avgreidd úr Fiskimálaráðnum, og sambært Løgmansskrivstovuni varð lógin lýst í gjár, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Ítøkiliga málið
- Tá hugsað verður um ítøkiliga málið, er veiðutrýstið ikki økt sambært verandi reglum. Áður hevur mann í onkrum førum lagt fleiri loyvi saman. Tað er ikki tað, sum er hent í hesum málinum. Her fara ein bátur yvir 110 tons og ein minni bátur út, og rúmdin er blivin minni, sigur Bjørn Kalsø.
Við tað at landsstýrismaðurin er sannførdur um, at verandi lógir og reglur ikki til fulnar liva upp til sjálvan andan í lógini um at veiðutrýstið ikki skal økjast, er farið undir at endurskoða alla lógina um vinnuligan fiskiskap.
- Um eitt gott ár verður enduskoðaða lógin løgd fyri tingið. Ein kanning er eisini gjørd av veiðutrýstinum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk. Tann kanningin verður ein partur av grundarlagnum undan støðutakanini til fiskidagarnar komandi fiskiár, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
--
Myndatekstur: - Tað er púra burturvið, at Heidi Petersen sigur, at álitíð á landsstýrismannin er minkað, tí eg arbeiði eftir galdandi lógum og kunngerðum. Men eg eri samdur við Heidi Petersen, at vit mugu ansa eftir, at veiðutrýstið ikki økist, og at fiskidagaskipanin ikki fer av lagi. Tí verður øll skipanin endurskoðað í hesum døgum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Mynd: Jens Kr. Vang