Alternativ venjing

Mánakvøldið nýttu landsliðsspælararnir í Bowling-høllini. Tosið snúi seg her um strikes, spares og kanska onkra óhepna split. Men mest av øllum, so ráddi um at hugna sær

Upphiting

Heldur enn at venja fleiri ferðir hvønn tann einasta dag, so hevur Henrik Larsen oftani valt, at onnur ítriv eisini koma á skránna, tá landsliðið er saman. Ikki minst, tá talan er um sonevndu dupultdystirnar, har spælararnir eru saman í einar átta dagar út í eitt.
Serliga Svimji- og Bowlinghøllin hava oftani verið vitjaðar, og soleiðis var eisini mánadagin, har bert tann eina veruliga venjingin var á skránni. Svimjingin var fingin frá hondini um morgunin, og eftir eina venjing seinnapartin, hvíld og náttúrða, var leiðin um kvøldið løgd í Bowling-høllina.

Sosialt uppløðing
Meðan spælararnir vóru bólkaðir hvør sær við fyrstu fimm breytirnar, stríddist Henrik Larsen móti hjálparvenjara, liðleiðara, fysioterapeuti og lækna, og at meta eftir talvuni var hetta nakað, sum Stóri hevði vant nakað væl meira enn hinir. Men hann helt tó ikki, at akkurát tað var orsøkin til, at honum dámdi so væl at savna liðið á slíkan hátt.
- Vit kunnu jú ikki venja alla tíðina. Hvíldin er eisini sera týdningarmikil, tá talan er um tveir tættar dystir, og hvíld kann jú fyriskipast upp á nógvar mátar. Ein er sjálvandi, at tú situr á hotellinum alla tíðina, hyggur at video og annað, men tað kann gerast ov stirvið í longdini. Á hendan hátt fáa vit kanska eisini flutt tankarnar til nakað heilt annað, og tað kann eisini vera gott, tá tú annars bara tosar um taktikk og fótbólt.
Tað sær eisini út til, at spælararnir hugna sær óført. Hevur hetta ikki eisini eina sosiala funktión?
- Sjálvandi. Tað er eisini ein partur av tí. Vit eru ein bólkur, sum stendur saman, og hetta er so eisini ein liður í tí, heldur venjarin.

Mugu spæla okkara spæl
Tá tosað verður um dystin móti Írlandi hevur nógv verið tosað um broytingina, sum er neyðug, nú Jón Rói Jacobsen ikki fær verið við. Men hóast tað altíð er keðiligt at missa ein stuðulsspælara, so tykist hetta tó ikki vera nakað, sum nervar føroyska venjaran so øgiliga nógv.
- Hjá okkum broytir tað jú ikki tað stóra. Hvussu víkir og vendir, so er okkara útgangsstøði altíð á leið tað sama, og er Jón Rói ikki har, so mugu vit bara brúka onkran annan spælara.
Eisini írar hava nakrar leikarar, sum ikki fáa tikið lut mikukvøldið. Nøvn sum Andy O?Brien, Steven Finnan og Robbie Keane eru so á ongan hátt ókend hjá teimum, sum fjeppast í enskum fótbólti, men hóast hetta, so heldur Henrik Larsen ikki, at tað er nakað, sum okkara menn kunnu fáa so øgiligan fyrimun av.
- Teir hava jú so nógvar góðar spælarar, at tað er ikki nakað, sum vit kunn brúka til nakað serligt. Heldur ikki, hóast talan er um ein klassaspælara sum til dømis Robbie Keane. Hyggur tú at eykamonnunum, sum teir hava, so er tað hóast alt framvegis spælarar, sum spæla í Premier League, og tað merkir í øllum førum, at teir individuelt eru sera sterkir.
- Hjá okkum ræður heldur um at hyggja at okkara egna spæli. Her skulu vit byggja víðari upp á tað, sum vit vístu móti Sveis. Um tað eitur 4-5-1 ella 4-4-2 er ikki so týdningarmikið í so máta. Vit skulu standa væl í verjupartinum, og so mugu royna at skapa nakað frameftir, tá vit hava møguleikan. Tað vil altíð vera aðalsetningurin hjá okkum, og tað er so tað, sum vit mugu royna eftir, helt venjarin, áðrenn tað aftur var hansara tørn at tveita bowling-kúluna. So er bara at vóna, at Larsen er eins góður til at »taka keylur« mikudagin, sum hann var tað mánakvøldið.