Føroya Gluggi vann firmakapingina í Barometrinum, og kann tískil hetta, til næsta kapping er endað, kalla seg Føroya gløggasta fyritøka.
?Vit eru ikki bara tað, segði talsmaðurin hjá Glugganum, tá úrslitið var greitt. Vit eru eisini Føroya Gluggasta fyritøka.
Spenningurin var nógvur beint undan, at finaluumfairð byrjaði. Fólk høvdu fyrireikað seg væl á Vatnsoyra Snikkaravirki, hagar manningin á føøroya Glugga, ið annars heldur til í Miðvági, var flutt hendan dagin. Skyldskapur er millum fyritøkurnar báðar, so tað varð hildið rímiligt, at finalan varð avgreidd á høvuðsstøðini.
Drigið varð fram tilfar av øllum møguligum slagi, sum væntast kundi at koma fyri í slíkari kapping. Fólk sótu við teldurnar og høvdu ymsu leitiskipanirnar opnar, eins og onnur sótu við telefonir. Bæði fastar og fartelefonir og høvdu samband við onkran, sum kanska visti okkurt at siga frá. Umframt alla ta paratvitan, fólk hava.
Tað byrjaði væl, og fólk vistu svarini upp á fleiri av spurningunum. Lagið batnaði, tá mótsøðuliðið norðuri í Klaksvík misti eitt stig, tí teir ikki svaraðu.
Men tað lækkaði nakað væl aftur, tá Gluggaliðið eisini svaraði einum spurningi skeivt, tí ov seint gekk at finna rætta svarið, sum tey kortini funnu beint eftir, at tíðin var farin. Men tá gjørdist einki.
So komu eykaspurningarnir. Tí tveir gjørdust tveir. Fyri fyrstu ferð nakrantíð. Sum ein rættilig finala skal vera, gjørdist hetta minst líka spennandi, sum minniliga hondbóltsfinalan í kvinnukappingini í Athen.
?Hvussu nógv er áseyðatalið í Lítlu Dímun?
Hetta fekk, eins og í sanginum um medistaran í karry, heilasellurnar upp á hægsta skala.
Onkur mintist, at gamal skipanin, sum millum annað Mikkjal á Ryggi veit at siga frá, var fimmhundrað. Men tað var gamli seyðurin, og hann var nógv smærri, enn seyðurin er í dag. So vit býta í helvt, varð hildið. Tíðin gekk skjótt, og fólk leitaðu ymsastaðni, men svarast skuldi, so sagt varð 250. Og so góðum líkt, fann ein skrivstovukvinna á internetinum, beint eftir, at tíðin var farin, eina týska heimasíðu, sum visti at siga, at skipanin var 270.
Men her gjørdist ikki annað enn at bíða eftir klaksvíkingum og vóna, at teir ikki fóru at siga 270.
Men teir høvdu ivaleyst eisini nýtt sama roknistykki sum vágafólkini, tí haðani varð svarið eisini 250. Útvarpsmennirir hvødu lætta uppgávu, tí bæði liðini vóru samd, og hvørki var rætt.
Men sambært Útvarpinum er skipanin í ár 242 áseyðir, sum tó ikki samsvarar við bókina hjá Kára Thorsteinsson um hagar og mørk í Føroyum. Har stendur nevniliga eisini 270.
Men her mátti annar eykaspurnignur til, og nú skuldi svarast uppá, hvusus ofta eitt ávíst lag var nummar eitt á amerikanska hitlistanum í 1985.
Her kom misksiljing í, tí fólk høvdu yvirhoyrt hatta har við nummar eitt, so svarað varð 35 ferðir.
Og tað ásannaðu fólk skjótt, var heilt við síðuna av, so har reyk hasin sigurin.
Men tað vísti seg, at klaksvíkingar vóru minst líka ørkymlaðir, ella helst meira, tí teir søgdu 42.
?Rættað svarið er tríggjar ferðir, segði útvarpsmaðurin.
Og so kann nokk vera, at tað varð rópt í Vatnsoyrum. Júst sum tað sømir seg finaluvinnarun lupu fólk úr stólunum. Róp og klapp, og eingin helt seg aftur.
Útvarpsmaðurin, sum komin var at halda skil og og møguliga handa vinningar, helt seg beinanveg fram at og fekk orð á talsmannin, so vinningarnir kundu handast rætta viðkomandi.
Skjótt skuldi berast at, tí reportarin skuldi skunda sær aftur til Havnar at uppliva makkaran live í G-strongi á rundkoyringini.
Men ymiskt bendi á, at tað ikki eydnaðist.