Hvølpalív í Hoydølum

Hóskvøldið vóru sjey fittir hvølpar á hvølpaskeið hjá hundafelagnum Huff í Hoydølum. Kanska varð ikki lurtað so væl eftir, tí hinir hundarnir vóru nógv meira spennandi enn skeiðleiðararnir

Tað var kærleiki í luftini beinanvegin, tá ið sjey fittir hvølpar hittust í Hoydølum í gjár. Lítla tíkin Ronja vísti nógv meira áhuga fyri einum seks mánaðar gomlum cocker spaniel, enn hvat Nina Brockie, ein av skeiðleiðarunum, hevði at siga um, hvar ein hundur skuldi gera síni ting. Líkamikið hvussu eigaranir ryktu og skryktu í hundasnórarnar, so vórðu lítlu hundarnir ósundurskiljandi. Væl var snoddað, onkutíð var eitt sindur av samanbresti, men fyri tað mesta sótu hesir báðir hundanir, ið ikki hava vigað meira enn 5 kilo tilsamans, hugtiknir og hugdu hvør at øðrum.

Eigararnir hava altíð feilin
Men tað vórðu kanska ikki hvølparnir, ið skuldu á skeið. Tí leiðarin á skeiðnum hetta kvøldið, Fríðhild Debes, sigur avgjørd, at tað eru altíð eigararnir, ið hava feilin av at eiga ein óargaligan hund.
-Hetta skeiðið er mest fyri at læra eigaran, hvussu ein hundur skal handfarast. Tað eru tað verri enn so øll, ið fáa sær hund, sum vita, sigur Fríðhild.
Og, júst sum tá ið ein gongur í skúla, so sæst væl, hvørjir næmingar hava gjørt sítt heimaarbeiði, og hvørjir, ið ikki hava.
-Tað er rættiliga lætt at læra ein hvølp. Eigarin skal bara hava eitt sindur av toli, og gera tað, ið vit læra hann her, so lærur hundurin tað skjótt. Vit síggja beinanvegin, um ein eigari hevur gjørt sítt heimaarbeiði ella ikki, sigur Fríðhild.

Kavahundur av rang
Tað gekk rættiliga væl hjá øllum eigarum á skeiðnum. Venjingarnar gingu eftir vild hjá flestu hvølpum. Teir dugdu at sita, at fáa kontakt við eigaran, at ganga pent í bandi, men tá ið hundarnir skuldu sleppast leysir, ja, tá vildu hvølpaeigararnir ikki sleppa hundunum leysum.
Ein djarvur eigari avgjørdi tó at royna. Tað skuldi hann kanska ikki havt gjørt, tí snjóhvíta labradortíkin Tara vildi ikki koma aftur. Líkamikið hvussu rópt varð, so var kavin, ið lá tjúkkur í Hoydølum, nógv meira spennandi.
-Hon elskar kava. Hon er ikki til at fáa inn aftur, tá ið tað er kavi, so nú verður verri, sigur eigarin, tá ið hann forpøstur roynur at fanga tíkina.
Tað vísur seg skjótt, at tað er ikki kavin, ið hevur fangað Taru. Hon hevur funnið sær ein breyðbita, allarhelst ein gamlan matpakka hjá einum av studentunum í Hoydølum.

Allir hundar kunnu venjast
Umframt vanligar hundar sum labrador og tann tiltikna vagabondin í Føroyum, so var nakað so sjálvsamt sum eitt brøðrapar av cocker spaniel við á skeiðnum. Onkur hvølpur hevði enntá kosta heilt upp til 8000 krónur, men tað sigur Fríðhild ikki hevur so stóran týdning.
-Tá ið eg venji hundar, so eru allir hundar høvd og hali; tað, ið er ímillum, hevur ikki so stóran týdning, tí eg eri vís í, at allir hundar kunnu venjast.
Hetta heldur undirritaða verða løgi, tí øll kenna væl til, at tað er trupult at læra gamlan hund at sita, men hesum er Fríðhild óeinig í.
-Eg eri heilt vís í, at allir hundar kunnu venjast. Tað er sjálvandi lættari at venja hvølpar, men gamlir hundar kunnu avgjørt eisini venjast.

Hundakalt
Tað var rættiliga kalt fyri menniskjaføtur at standa ein heilan tíma í tí djúpa kavanum á grasfløtuni frammanfyri studentaskúlan í Hoydølum, men verri var fyri hvølpalabbar. Kølsvarta labradortíkin Cheeba vildi helst sleppa heim til Hvalvíkar. Hon ballaði seg inn í fangið á eigara sínum, og hugdi við biðani eygum. Onkur hvølpur var enntá farin at ristast. So tá ið farið var til hús, so vóru tað ikki bara menniskju, ið vórðu glað. Hvølparnir sveiggjaðu eisini glaðir við halanum.