Helgi málar friðin

- Mínir málingar skulu geva áskoðaranum møguleika at steðga á og bara njóta friðin eina løtu, sigur listamaðurin Helgi Midjord, sum í løtuni sýnir fram málningar á Hotel Hafnia og á Føroya Tele


Hóast teir eru ymiskir, hava málningarnir hjá Helga ógvuliga sigandi allir heitið Logn. Gjøgnumgangandi myndevnið eru skip og bátar á spegilsklárum sjógvi í eini litsamanseting, sum fyrst av øllum manar fram ein frið og eina javnvág, sum mest sum søkkur niður yvir myndina  og áskoðaran.
Friðsæli báturin
Við fyrsta eygnabrá er eitt tað mest hugfangandi við hesum málningunum øðrvísi mátin, listamaðurin brúkar eitt av mest eyðkendu myndevnunum í føroyskari myndlist. Men skipini hjá Helga eru hvørki í ódnarveðri, grindadrápi ella rokfiskiskapi. Til ber heldur ikki at kenna tey aftur á liti, skapi ella nummari. Tey eru sum av einum øðrum heimi enn tí gerandisliga, sum tey liggja har óbundin og púra kvirr og hvíla seg.
- Eg havi arbeitt rættiliga leingi við skipum og bátum sum myndevni. Ein av orsøkunum er, at eftir mínum tykki er føroyski báturin størsta listaverkið, vit føroyingar eiga. Men báturin gevur eisini møguleika at fáa fram nakað grundleggjandi og heilskapað á tann hátt, at báturin til allar tíðir hevur verið sjálvt lívsgrundarlagið í Føroyum, sigur Helgi.
Sum eitt barnaminni
Við stillu bátunum og sissandi okkergulu litunum hava málningarnir eina friðsælu yvir sær, sum geva eina kenslu av, at her er alt, sum tað eigur at verða. Alt er komið uppá pláss onkursvegna. Helgi ímyndar sær, at málingarnir soleiðis kunnu geva áskoðaranum somu kenslu, sum eitt gott minni frá barnaárum.
- Eg trúgvi, at tey flestu hava eina mynd í hugaheiminum frá barnaárum, har alt var fullkomið onkursvegna. Til myndina hoyrir kanska angin av nýslignum grasi, hugnaliga beljanin frá kúnni, vinarliga røddin hjá ommuni og sjálvandi góði lukturin av eini nýbakaðari pannukøku. Tað er á leið ta kensluna, eg royni at fáa fram við mínum myndum, sigur Helgi, sum ikki dylur yvir, at eftir hansara tykki er nógv nútímans list í so stressandi at hyggja at.
- Mínir málingar skulu heldur geva fólki høvi at steðga á í øllum stressinum og bara lata seg slúka av friðinum, idyllinum um tú vilt, sigur Helgi.
Smádrongurin og Glerfoss
Helgi hevur teknað alt tað hann minnist. Pápi hansara var ein framúr góður teknari, og Helgi minnist, hvussu teir báðir plagdi at sita saman, meðan pápin lærdi hann at tekna.
- Eg minnist, hvussu hugtikin eg var, tí toskarnir, sum pápi teknaði, vóru so sprelllivandi, at teir næstan hoppaðu upp úr pappírinum, smílist Helgi, sum eisini minnist eina aðra hending, sum av álvara fekk gongd á tekningina.
Sum smádrongur lá Helgi einaferð á sjúkrahúsi. Dagarnir tóktust sum vera man óendaliga langir, og ein dagin setti Helgi seg við vindeyga og byrjaði at tekna útsýnið. Sum hann situr og teknar, kemur ein maður at vitja ein av hinum sjúklingunum á stovuni. Tá hann sær, hvat Helgi hevst at, tekur hann hondina niður á økslina á honum og heldur fyri A ha! - ein av mínum monnum. Maðurin fór avstað, men kom aftur løtu seinni við eini eskju av røttum kolstiftum, sum hann gav Helga. Maðurin var ongin annar enn kendi listamaðurin Hans Jacob Glerfoss, og fyrstu tekningarnar, sum Helgi sýndi fram, vóru teknaðar við hesum somu kolstiftum.
Málar burturav
Ì dag málar Helgi burturav, og hevur javnan framsýningar. Eitt av verkunum hjá Helga, sum fólk altíð hava høvi at síggja, er ein myndarond við framskornum høggmyndum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Eisini her ganga skipini aftur men meir symbolskt, har sjógvurin verður til fólk, sum halda skipunum uppi.
Í løtuni arbeiðir Helgi við málingum, sum seinni verða at síggja í Leikalund í Klaksvík og gongst, sum ætla, verður hann eisini við á eini framsýning í Íslandi seinni í ár.