Vagnur Michelsen
???????????
Seinastu mánaðirnar hava vit hoyrt nógv um útlendingar í Føroyum. Nógva prátið um útlendingarnar kemur undan kavi, tá tað sansar at við arbeiði í Føroyum, tí útlendingar mugu ikki taka arbeiði frá føroyingum. Soleiðis var eisini, tá ið vit fóru frá góðu 80-árunum og inn í døpru 90-árini. Í teimum góðu tíðunum við nógvum virksemi eru útlendingar meira enn vælkomnir í Føroyum, men nú føla nógvir útlendingar seg illa og vita hvørki út ella inn, tí alt er so ógreitt í løtuni. Og landsstýrismað-urin í útlendingamálum er eisini sera ógreiður og sær út at vera komin í knípu.
Tað er serliga ítrótturin, sum fær at merkja "nýggja " útlendingapolitikkin hjá Jógvani við Keldu, landsstýrismanni, og ein togan fer fram millum ÍSF og landsstýrismannin.
Allir føroyingar eru sjálvandi samdir um, at vit skulu hava ein skynsaman, góðan og menniskjaligan útlendingapolitikk. Vit hava góðar møguleikar at hyggja at grannalondum okkara, sum nógvastaðni hava ovurhonds stórar trupulleikar at dragast við, tí tey á fleiri økjum hava mist tamarhaldið á útlendingapolitikkinum.
Tað sum eg kenni til í ítróttinum, so trívast útlendingarnir væl í landi okkara. Her hugsi eg serliga um eysturlendsku ítróttafólkini, sum spæla fótbólt, hondbólt, flogbólt ella hava fulltíðarstarv sum venjarar. Nógvir útlendingar geva føroyska ítróttinum nógv, men ein annar spurningur er, um vit eru á rættari kós, tá ið útlendingar avgera so nógv í føroyskum ítrótti.
Tá ið tað snýr seg um útlendsk ítróttarfólk í Føroyum, so er talan um tann ítróttarliga partin og tann menniskjaligi partin. Fyri mítt viðkomandi er tann menniskjaligi parturin av-gerandi, og tí mugu vit bjóða útlendingum líka góð kor og góðar sømdir, sum vit bjóða okkum sjálvum. Ein góður bústaður og eitt arbeiði er minsta kravið. Mínar royndir eru, at skulu útlendingarnir trívast í Føroyum, so mugu hesir sleppa til arbeiðis beinanvegin. Teir eru langt heimanífrá, komnir til eitt nýtt land við aðrari mentan og øðrum máli. Tí er arbeiðsplássið so avgerandi, so teir so spakuliga koma inn í tað føroyska samfelagið og ikki sita allan dagin og kúra í einum kamari ella íbúð og bíða eftir, at teir skulu venja um kvøldið.
Annars er útlendingamálið ógvuliga einfalt í mínum hugaheimi. Kunnu útlendsku ítróttarfólkini ikki fáa eitt arbeiði, so hava tey einki at gera í Føroyum. Og alt hetta, at ítróttarfeløgini skulu gjalda ein prosentpart av lønini hjá útlendingunum, sum landsstýrismaðurin vísir á, kunnu vit gloyma alt um. Føroysk ítróttarfelag hava ikki ráð at útvega sær útlendska hjálp, um hesi ikki fáa eitt arbeiði í Føroyum. Trivnaður, arbeiði og harvið tað fíggjarliga hjá feløgunum mugu ganga hond í hond.
So enn einaferð. Skulu útlendingar koma til Føroya at íðka ítrótt, so má minsta kravið vera, at teir hava eitt arbeiði at fara til, og at teir gerast ein natúrligur partur í føroyska samfelagnum.
Eg dugi ikki at síggja, at ítrótturin skal hava sersømdir, tá ið tað snýr seg um útlendingar. Eg dugi heldur ikki at síggja munin á einum polskum sveisara, einum italienskum lækna og einum rumenskum hondbóltsspælara.
At útlendingamálini kunnu avgreiðast skjótari, og at vit flyta útlendingamál úr Danmark til Føroya er sjálvsagt, men hetta eitt annað politiskt mál.
Samfelag okkara er lítið og viðbrekið, tí mugu vit sjálvandi hava ein skynsaman, góðan og menniskjaligan útlendingapolitikk, sum útlendingar í Føroyum eisini fáa gleði av.









