FÓTBÓLTUR Toftamenn hava verið óførir higartil í ár. Við hørðum arbeiði, dugnaskapi og undir leiðslu av skilagóðum venjara hevur úrtøkan verið so mikið stór, at B68 inntil næstsíðsta vikuskifti var næstbesta [...] beinanvegin, og harvið gjørdist ongantíð talan um ta toppuppgerðina í Gundadali í gjár, sum føroyskur fótbóltur hevði havt uppiborið. Ballið buðið Hóast HB hevur verið sannførandi alt árið, og hóast allir teir [...] og Keita stríddist meistarliga væl millum fleiri svartar og reyðar. Fyritreytirnar vóru vánaligar, men tá ið Andrew av Fløtum stutt eftir steðgin sá gult fyri aðru ferð, og tað harvið manningarliga stóð
Fótbóltur Fótbóltur er eitt spæl, sum ikki bara gongur fyri seg á jørðini og í Føroyum ofta eisini í luftini. Fótbóltsavrik eru ikki minni treytað av tí, sum gongur fyri seg í høvdunum á spælarunum. H [...] tá ið vit fóru at hvíla okkum. Eg tók Eli Simonsen út. Ikki tí at hann hevði spælt verri enn hinir, men tí tað var neyðugt at skapa pláss fyri Jan Andreasen, og hann vísti seg tíbetur at vera væl fyri. Í [...] heimaliðið framum eftir innlegg frá Áka Petersen úr høgru. ÍF kundi havt fingið fleiri mál í 1. hálvleiki, men teir kendu ikki sína vitjunartíð, og so svaraði KÍ aftur. Ovi Nysted stútaði tíggju minuttir eftir
navn fast í donsku superliguni. Higartil er tað bert í norðurlondum, at føroyingar gera vart við seg. Men tað verður kanska broytt nú. Jan Allan Müller, sum seinastu árini hevur spælt við Esbjerg í næstbestu [...] Teir hava sæð videoupptøkur við Jan Allani og eru væl nøgdir við tað, teir hava sæð. Ísraelskur fótbóltur er á veg uppeftir, og í Ísrael er gott at vera hjá fótbóltsspælarum. Áhugin fyri fótbólti er stórur [...] skilst eru pengar heldur ikki nakar trupulleiki hjá Hapoel Kafar Sava. Sum heild hevur ísraelskur fótbóltur tikið seg nógv fram seinastu árini. Síðani liðið aftur kom upp í europeiska økið til EM- og HM-
Fótbóltur At fótbóltur er ein undarlig telving, og at tað so skjótt kann vera, at tað, sum tykist venda niður vendir upp, var seinnaparturin sunnudagin í Gundadali góð áminning um. Meistararnir í B36, [...] hevði Birgir Jørgensen mint B36 á, at hann er vandamikil. Ble stóð fyri uppspælinum, skotið var fínt, men bólturin streyk framvið handara stólpanum. Hugflogið og tyngdin restaðu Fyrstu løtuna gekk tað, sum [...] hann drønstútaði eftir hornasparksinnlegg. So tyktist tað sum um, at tónin rættuliga var sligin ann, men bara í eina lítla løtu. Tveir minuttir eftir seinna B36 málið svaraði VB/Sumba aftur. Evrard Ble var
Á leguni eru menn í øllum aldri saman bæði um tað sosiala og tað andliga. Nógv tiltøk eru á skránni, bæði fyrilestrar, sangur, bøn og virksemi, sum menn annars elska at fáast við. Menn, sum tæna Kristi [...] verður settur á mannin sum tænara, bæði í familjuni, í kirkjuliðnum og í samfelagnum. Í ár er evnið ‘Menn, sum tæna Kristi’. Símun fer at undirvísa í tveimum tímum. Tann fyrri eitur ‘Eg, sum tæni konu og [...] Nielsen, barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini. Hon skal hava ein fyrilestur við heitinum ‘Menn tæna børnunum’. – Generelt í samfelagnum og í kirkjuni síggja børn lítið til mannligar fyrimyndir
Fótbóltur Botnuppgerð í Formula-deildini er á Argjum mánadagin, tá VB/Sumba kemur á vitjan. Sum stigatalvan sær út, so er ein sigur at kalla lívsneyðugur hjá báðum pørtum, men hjá AB kundu teir væl og [...] hvørt møguleiki er at gera undantak í regluni um flytingarvindeyga, men hetta sær svart út. Tí mugu vit loysa málið innanhýsis, men tað er greitt, at eitt felag ikki uttan víðari hevur fleiri enn tveir [...] tann, at AB ikki hevur málverja tøkan til dystin. Magnus E. Poulsen hevur verið fastur málverji í ár, men hann varð skaddur í fjórðingsfinaluni móti HB í steypakappingini. Talan er um fótlilðsskaða, og væntandi
eisini gjørdar fyri at spara spælarar, men kortini høvdu teir fult tamarhald á. AB slapp tó fram til onkrar møguleikar, tá HB í løtum var heldur óansið í verjupartinum, men tá teir ikki megnaðu at fáa úrtøku [...] Fótbóltur Hóast setningurin avgjørt var, at AB ikki skuldi undirmetast, so loyvdi HB-venjarin sær at gera onkrar broytingar í mun til hópin, sum mánakvøldið vant burtur úr oddaliðnum, EB/Streymi. Hesa [...] Hesa ferð fingu Milan Kuljic og Emil N. Leifsson møguleikan frá byrjan, men tá hugburðurin var tann rætti, so kostaði hetta einki. Longu eftir góðum minutti hevði Tór-Ingar Akselsen sent bóltin í netið, og
Chelsea vann 2-0 ímóti Arsenal fyrr í dag. Men ikki vera tað nógv, sum fara at minnast dystin fyri sjálvt úrslitið. Heldur fer vanligi fótbóltsfjepparin at minnast dystin fyri vanvirðiliga atburðin hjá [...] Undan teirra stríði hevði Costa sligið Laurent Koscielny í andlitið tvær ferðir og skumpað hann niður, men hetta fekk ongar fylgir fyri hann. Eftir hetta eydnaðist tað tað Costa at provokera Gabriel somikið [...] eisini útvístur. Gabriel leyp framav, hann er sekur, og vit stuðla eiheldur atburðinum hjá honum. Men tað, at Costa slapp avstað við einum gulum korti er andstyggiligt, segði Arsène Wenger við BBC fyrr
kortini at økja áskoðararplássini við fleiri enn 14,000. Etihad leikvøllurin tekur í løtuni 47,620, men við útbyggingini kemur tað at taka 62,170, skrivar Manchester Evening News. Tað eru serliga handan [...] handan bæði málini, at útbyggingin fer fra. Á langsíðuni eru tríggjar hæddir við áskoðaraplássum, men aftanfyri málini eru bara tvær hæddir. Her er ætlanin at útbyggja, so talan verður um tríggjar hæddir runt [...] meta longu sum nú er, at tey verða órógvaði nógv at teimum mongu gestunum, sum koma framvið tá fótbóltur er. Víst verður millum annað á, at tey ikki eru so røsk at taka upp eftir sær, halda nógvan ganga
2-1 sigur. Hesa ferð gekk leingi javnt á, men tá Ryan Babel eftir 83 minuttum skoraði til 1-0, tóktist hetta enn eina ferð at lyfta lagið hjá siðvanda felagnum. Men í yvirtíðini køvdið Lisandro López vónirnar [...] Fótbóltur Tey bæði stórfeløgini, sum eru tey mest vinnandi týsku og ensku liðini í europiskum høpi, taptu bæði sínar dystir í miðvikuni. Bayern München spældi á heimavølli móti Bordeaux, og tað var hampuliga [...] aftan fyri Fiorentina, sum er nummar tvey. Enn eigur Liverpool heimadyst móti Fiorentina tilgóðar, men umframt at kravið her er ein sigur, mugu úrslitini í seinasta umfarinum eisini fløska seg á rættan