Enska ríkfelagið hevur sett út í kortini at økja áskoðararplássini við fleiri enn 14,000. Etihad leikvøllurin tekur í løtuni 47,620, men við útbyggingini kemur tað at taka 62,170, skrivar Manchester Evening News.
Tað eru serliga handan bæði málini, at útbyggingin fer fra. Á langsíðuni eru tríggjar hæddir við áskoðaraplássum, men aftanfyri málini eru bara tvær hæddir. Her er ætlanin at útbyggja, so talan verður um tríggjar hæddir runt um allan vøllin.
Etihad leikvøllurin liggur í einum búðstaðarøki. Fólk í nærumhvørvinum eru ikki bara glað fyri útbyggingina, tí tey meta longu sum nú er, at tey verða órógvaði nógv at teimum mongu gestunum, sum koma framvið tá fótbóltur er.
Víst verður millum annað á, at tey ikki eru so røsk at taka upp eftir sær, halda nógvan ganga og órógva ferðsluna. Tað er ikki óvanlig at síggja í Onglandi, at leikvøllir ligga mitt í einum búðstaðarøki. Ein trupulleiki, sum millum annað hevur gjørt at Liverpool ikki hevur fingið útbygt Anfield.
Verður Etihad útbygt, so koma Manchester liðini at hava tveir teir størstu leikvøllirnar í Premier League. Old Trafford tekur 75,731. Í løtuni hevur Arsenal næst flest áskoðarapláss í Premier League við 60,362.
Einki stendur um hvat kostnaðurin verður fyri at útbyggja leikvøllin. Men neyvan verður tað nakar trupuleliki, tí Manchester City verður fíggjað av ríkmanninum Sheikh Mansour. Umframt hetta, verður útbygging av leikvølli ikki umfata í FIFA Financial Fair Play. Tað merkir, at Manchester City kann brúka so nógvar pengar upp á leikvøllin, ið teir vilja. Uttan at skula huga um at fáa javnvág í rokniskapin.