HB-B68 3-1 (2-0): FM komið í HB-húsið

Soleiðis sum tað lagaði seg í gjár er stórur møguleiki fyri, at meistaraheitið verður sett í skápið í hesum mánaðinum

FÓTBÓLTUR

 

Toftamenn hava verið óførir higartil í ár. Við hørðum arbeiði, dugnaskapi og undir leiðslu av skilagóðum venjara hevur úrtøkan verið so mikið stór, at B68 inntil næstsíðsta vikuskifti var næstbesta boðið upp á FM heitið.

Vandin, sum hevur lúrt, síðani tað stutt eftir ársskiftið varð farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, hevur verið, at tað fór at kennast meint, um fleiri av teimum ellivu fremstu ikki fóru at verða førir fyri at spæla.

Soleiðis var tað, tá ið B68 tapti vesturi í Vágum, og soleiðis var tað í gjár, tá ið B68 tapti í Gundadali, og tá ið HB so at siga tryggjaði sær FM heitið.

Liðformaðurin, Øssur Hansen, sum hevur royndirnar, yvirblikkið og neyvleikan í deyðbóltsstøðunum, sum serliga í sovornum uppgerðum eru so týdningarmiklar, sat skaddur uttanfyri. Miðverjin, Jóhan Dávur Højgaard, er næsti liðformaðurin. Hann var leikbannaður, og harvið var útgangsstøðan alt annað enn góð.

Tað kostaði nógv beinanvegin, og harvið gjørdist ongantíð talan um ta toppuppgerðina í Gundadali í gjár, sum føroyskur fótbóltur hevði havt uppiborið.

 

Ballið buðið

Hóast HB hevur verið sannførandi alt árið, og hóast allir teir fyrstu vóru tøkir, so tóku teir eingi óráð fyri. Rasmus Nolsøe, sum er farin av landinum í útbúgvingarørindum, var boðsendur at hjálpa til í miðverjuni.

Tíggju minuttir eftir dystarbyrjan kundi Rasmus havt latið seg skift út aftur. Tá var 2-0. Toftamenn høvdu mist ein mann, og harvið var ballið buðið.

HB setti leikferðina niður, og tað kendist sum um, at fokus varð flutt til fyrireikingarnar til mikukvøldið, tá ið EB/Streymur kemur í Gundadal.

B68 vildi ikki geva skarvin yvir, og Keita stríddist meistarliga væl millum fleiri svartar og reyðar. Fyritreytirnar vóru vánaligar, men tá ið Andrew av Fløtum stutt eftir steðgin sá gult fyri aðru ferð, og tað harvið manningarliga stóð 10-10, kendist tað sum um, at nú skuldi tað vera hjá B68.

Lítla løtu seinni fór luftin púrasta úr uppgerðini. Álopsbogin hjá gestunum var spentur, og tískil var tað eitt sindur tunt í verjuni, tá ið Bjarni Jørgensen streyk ígjøgnum í høgru. Í tveimum royndum eydnaðist honum at fáa bóltin fram við Vlada Filipovic.

 

Avgerðarløtan

Frá fyrsta bríksli var B68 undir stórum trýsti. HB-maskinan pumpaði stútt og støðugt. So frægir spælarar sum Kári Nielsen, Rókur av Fløtum Jespersen og Jóhan Eivind R. Mouritsen sótu og hugdu at, meðan komandi meistararnir beinanvegin spældu seg til stórar møguleikar.

Pól Jóhannes Justinussen, sum var størsta B68-verjuálitið, nýtti á brotsteigarmarkinum neyðbremsuna ímóti Pálli Mohr Joensen, og dómarin peikaði á ellivu metra blettin samstundis, sum hann vísti miðverjanum ostaskorpuna.

Toftamenn vildu halda, at bremsan var nýtt uttan fyri strikuna, og tað var inngangurin til frustratiónir, sum neyvan lyftu upp undir spælið, tí teir í fleiri førum kendu seg ikki at hava serligt dómaratekki.

Andrew av Fløtum umsetti úr ellivu metrum, og tveir minuttir seinni var hann fyrstur á returbólti eftir fínt álop og hálvbjarging.

B68 minkaði um munin, tá ið Jóhan Petur Poulsen við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Toftamenn høvdu aðrar upplagdar møguleikar. Keita stútaði á samankomingina, og Óli Olsen hevði veldugan møguleika fyri opnum máli og innan fyri málverjan. Men Poul Thomas Dam, sum gerst alt eyðsýndari á vinstra vongverja, bjargaði á sjálvari málstrikuni.

Hvussu og hvat tað kundi havt tørnað út, verður, sum maðurin segði, ein hypotetiskur spurningur.

3-1 til HB, og um tað tvær tær næstu vikurnar fer at ganga, sum tað higartil hevur gjørt, so verður FM-heitið tryggjað, áðrenn hesin mánaðurin verður liðugur.