Fótbóltur
Tey bæði stórfeløgini, sum eru tey mest vinnandi týsku og ensku liðini í europiskum høpi, taptu bæði sínar dystir í miðvikuni.
Bayern München spældi á heimavølli móti Bordeaux, og tað var hampuliga skjótt, at tað gekk galið, tá Gourcuff legði gestirnar á odda eftir 37 minuttum.
Tað var annars Bayern München, sum royndi at trýsta, og hagtølini staðfestu sítt týðuliga mál í hesum. Eisini í skotstatistikkinum, har Bordeaux bara hevði tvær royndir, sum raktu málið. Tann seinna av hesum var í yvirtíðini, tá vertirnir spentu álopsbogan, og so kundi Chamakh økja til 2-0 og tryggja Bordeaux víðari luttøku í kappingini. Bayern München er nú undir hørðum trýsti. Teir eru fýra stig aftan fyri Juventus, og tí fáa teir ikki einsamallir gjørt av, hvør teirra lagna verður í bólkaspælinum.
Og tað sleppur enska Liverpool heldur ikki. Trýstið á enska stórfelagið var stórt, tá teir í gjár vitjaðu hjá Lyon, sum í uppgerðini á Anfield fyri tveimum vikum síðani vann óvæntaðan 2-1 sigur.
Hesa ferð gekk leingi javnt á, men tá Ryan Babel eftir 83 minuttum skoraði til 1-0, tóktist hetta enn eina ferð at lyfta lagið hjá siðvanda felagnum. Men í yvirtíðini køvdið Lisandro López vónirnar á Anfield, tá hann sendi bóltin í netið til endaliga javnleikin.
Úrslitið ber við sær, at Liverpool nú er fimm stig aftan fyri Fiorentina, sum er nummar tvey. Enn eigur Liverpool heimadyst móti Fiorentina tilgóðar, men umframt at kravið her er ein sigur, mugu úrslitini í seinasta umfarinum eisini fløska seg á rættan hátt hjá Liverpool.