Fótbóltur
Botnuppgerð í Formula-deildini er á Argjum mánadagin, tá VB/Sumba kemur á vitjan. Sum stigatalvan sær út, so er ein sigur at kalla lívsneyðugur hjá báðum pørtum, men hjá AB kundu teir væl og virðiliga hugsað sær betri fortreytir.
Støðan er nevnliga tann, at AB ikki hevur málverja tøkan til dystin. Magnus E. Poulsen hevur verið fastur málverji í ár, men hann varð skaddur í fjórðingsfinaluni móti HB í steypakappingini. Talan er um fótlilðsskaða, og væntandi er hann úti í einar 2-3 vikur.
Móti EB/Streymi seinast fekk Danny Rasmussen so møguleikan, og tó at AB tapti, so kundi málverjin ikki lastast fyri hetta. Millum annað hevði hann frálíka brotssparksbjarging.
Men heldur ikki Danny er tøkur. Undir dystinum brákaði hann nevnliga handliðið, og tí er hann ikki tøkur komandi seks vikurnar.
- Vit hava verið í samband við FSF fyri at vita, hvørt møguleiki er at gera undantak í regluni um flytingarvindeyga, men hetta sær svart út. Tí mugu vit loysa málið innanhýsis, men tað er greitt, at eitt felag ikki uttan víðari hevur fleiri enn tveir sterkar málverjar í hópinum, sigur Súni Fríði Barbá, hjálparvenjari hjá AB.
- Sjálvandi mugu vit til eina og hvørja tíð virða tær reglur, sum eru. Og fyri okkara viðkomandi nyttar ikki at tosa um teir, sum ikki eru tøkir. Men hetta er eitt upplagt øki, har reglurnar um flyting kundu verið smidligari. Málverjaplássið er somikið serstakt, at tað onkursvegna burdi verið so, at undantøk kundu verðið gjørd júst í hesum, heldur Súni Fríði.
Aðra staðni eru eisini undantaksreglur fyri júst málverjaplássið. Eitt nú fekk Liverpool fyri trimum árum síðani undantaksloyvi ti leigusáttmála, tá teir høvdu tríggjar málverjar á skaðalistanum.