B36 fór niður um botnin

Við fleiri púra óroyndum spælarum á liðnum og við hvøssum superveterani í fremstu røð megnaði VB/Sumba at fáa eitt stig í Gundadali, og um heilt væl vildi til, so fingu teir alt við sær suður

Fótbóltur

At fótbóltur er ein undarlig telving, og at tað so skjótt kann vera, at tað, sum tykist venda niður vendir upp, var seinnaparturin sunnudagin í Gundadali góð áminning um.
Meistararnir í B36, sum út frá hagtølum og gongdini higartil í ár tóktust skula heinta stigini við kassa eitt, kiksaðu ímóti kreppurakta VB/Sumba. Í staðin fyri svarið upp á spurningin, hvussu stórur heimasigurin fór at vera, endaði tað 2-2, og um heilt væl vildi við hjá suðuroyarliðnum, so fóru teir við øllum.
Eingin, sum hevur fylgt við í føroyskum fótbólti nógvu tey seinastu árini, ivast í máltevinum hjá Birgiri Jørgensen. Sunnudagin javnaði hann til 2-2, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Skjótt mótálop í høgru og framlegging frá Evrard Ble, sum saman við Christiani Soelberg var ótroyttiligur á miðvøllinum, endaði við fínari skotroynd í handara síðunetið.
Frammanundan hevði Birgir fleiri ferðir verið upp á spæl. Tá ið stórur hálvur tími var farin saksisparkaði hann eftir innkast í vinstru upp um seg sjálvan og upp um Jákup Mikkelsen. Bólturin brast í tvørtræið, og tað gjørdi hann eisini dygst undan hvíldini, tá ið Birgir eftir fína sending frá Ble við høvdinum royndi móti málinum.
Stutt frammanundan at hann javnaði til 2-2, hevði Birgir Jørgensen mint B36 á, at hann er vandamikil. Ble stóð fyri uppspælinum, skotið var fínt, men bólturin streyk framvið handara stólpanum.

Hugflogið og tyngdin restaðu
Fyrstu løtuna gekk tað, sum tað kundi roknast við. B36 mundi hava bóltin omanfyri 80 prosent av tíðini. Teir royndu at seta ferð á, og onkra ferðina eydnaðist tað, hóast mótstøðumenninir avgjørt ikki vóru hugaðir at vera við í tí kappingini.
At B36 hevur trupulleikar frammi á vøllinum var eyðsýnt. Hesa ferð royndu teir við Mikkjali Thomassen í fremstu røð. Saman við honum vóru Sylla og Símun Hansen. Eingin teirra fekk mál, og í 2. hálvleiki vórðu bæði Sylla og Símun skiftir út.
B36 hevði nógvar royndir móti málinum hjá framúr væl upplagda Marcin Dawid. Oftast vóru royndirnar óneyvar, og verjuspælararnir hjá VB/Sumba vóru ikki bangnir fyri at ofra seg og blokera.
B36 fekk fyrstu fjøruti minuttirnar tey bæði málini, sum áttu at verið góð trygt undir trivaligum heimasigri. At tyngdin í álopspartinum ikki er sannførandi varð eisini undirstrikað av, at tað vóru verjuspælarar, sum skoraðu málini, og at bæði málini komu í sambandi við deyðbóltsstøður.
Kenneth Jacobsen skoraði til 1-0, tá ið eitt korter var farið. Eftir horna fekk hann eftir tvær royndir bóltin framvið málverjanum. Miðverjin Herbert í Lon Jacobsen økti um heimaleiðsluna, tá ið hann drønstútaði eftir hornasparksinnlegg.
So tyktist tað sum um, at tónin rættuliga var sligin ann, men bara í eina lítla løtu. Tveir minuttir eftir seinna B36 málið svaraði VB/Sumba aftur. Evrard Ble var fyrstur á eftir frísparkssending úr høgru, og við høvdinum stýrdi hann bóltin inn um landsliðsmálverjan hjá B36.
Fjáltur var á B36 í 2. hálvleiki. Hóast nógvar royndir, so fingu teir ikki málið, sum skuldi havt givið teimum trygga leiðslu. VB/Sumba hekk í, og eftir at Birgir Jørgensen hevði javnað til 2-2 bar til at staðfesta, at kendu fótbóltsnøvnini í B36, ikki høvdu megnað meiri enn spildurnýggir Formula spælarar sum eitt nú Julian Áki Joensen, Bárður Poulsen, Karl Lisberg, Artur Tausen og Jónar Borg Dahl!
At raski og skilagóði Hallur Dam Joensen tríggjar minuttir fyri leiklok sá reytt eftir óhepna takling var ivaleyst at liva við, hóast saknur verður í honum næstu ferð.