Fótbóltur
Hóast setningurin avgjørt var, at AB ikki skuldi undirmetast, so loyvdi HB-venjarin sær at gera onkrar broytingar í mun til hópin, sum mánakvøldið vant burtur úr oddaliðnum, EB/Streymi.
Hesa ferð fingu Milan Kuljic og Emil N. Leifsson møguleikan frá byrjan, men tá hugburðurin var tann rætti, so kostaði hetta einki.
Longu eftir góðum minutti hevði Tór-Ingar Akselsen sent bóltin í netið, og so gekk at kalla bert ein veg. At kalla, tí AB stutt eftir hetta hevði bóltin í HB-málinum, men linjuverjin hevði tó flaggið á lofti ta ferðina.
Kanska var hetta ávaringin, sum skuldi til, og í øllum førum hevði HB ikki stórvegis trupulleikar eftir hetta. Talan var um langt og støðugt trýst, og tvær ferðir fekk HB eisini úrtøku úr hesum.
Eftir steðin kundi heimaliðið taka tað heilt róligt. Útskiftingar vórðu eisini gjørdar fyri at spara spælarar, men kortini høvdu teir fult tamarhald á. AB slapp tó fram til onkrar møguleikar, tá HB í løtum var heldur óansið í verjupartinum, men tá teir ikki megnaðu at fáa úrtøku fyri hetta, var eingin vandi. Í hinum endanum var størsti spurningurin, um Christian Høgni Jacobsen skuldi fáa gongd á málskjótingina, men hóast nógvar og góðar royndir, so kom hann ikki nærri, enn einum skoti á stólpan. Móti endanum fekk innskifti Rókur av Fløtum Jespersen seinasta orðið, og sum heild mundu øll í HB vera fegin. Bæði um sigurin, men eisini tí hesin kom í land uttan stórvegis hóvasták og møguligar skaðar ella leikbann.
HB-AB 4-0 (3-0)
1-0: Tór-Ingar Akselsen, 2.
2-0: Milan Kuljic, 37.
3-0: Tór-Ingar Akselsen, 44.
4-0: Rókur av Fløtum Jespersen, 83.