Chelsea vann 2-0 ímóti Arsenal fyrr í dag. Men ikki vera tað nógv, sum fara at minnast dystin fyri sjálvt úrslitið. Heldur fer vanligi fótbóltsfjepparin at minnast dystin fyri vanvirðiliga atburðin hjá Chelsea-framherjanum, Diego Costa.
Tað var í endanum av fyrra hálvleiki, at ósemja stakk seg upp ímillum Diego Costa og Gabriel Paulista hjá Arsenal. Undan teirra stríði hevði Costa sligið Laurent Koscielny í andlitið tvær ferðir og skumpað hann niður, men hetta fekk ongar fylgir fyri hann. Eftir hetta eydnaðist tað tað Costa at provokera Gabriel somikið nógv beint frammanfyri dómaranum, Mike Dean, at Gabriel endaði við at fáa reytt kort. Størsti brotsmaðurin av øllum, Diego Costa, slapp so at siga snikkaleysur fyri sínar gerðir. Hann fekk bara eitt gult kort.
Eftir dystin var Arsène Wenger alt annað enn blíður, tá ið BBC bað hann seta orð á Diego Costa.
- Eg vóni, at Mike Dean fer at hyggja væl eftir, hvat Diego Costa gjørdi, áðrenn Gabriel bleiv útvístur. Eg haldi, at tað er skomm, at Costa slapp avstað við tí, sum hann gjørdi. Eg eri sera vónbrotin av Mike Dean í hesari støðuni.
- Afturat hesum bleiv ein maður hjá okkum eisini útvístur. Gabriel leyp framav, hann er sekur, og vit stuðla eiheldur atburðinum hjá honum. Men tað, at Costa slapp avstað við einum gulum korti er andstyggiligt, segði Arsène Wenger við BBC fyrr í dag.
Trýst HER, um tú vilt síggja útvísingina hjá Gabriel og allar brotsgerðirnar hjá Costa. Fótbóltur kann vera órættvísur...