í morgun. Turkiska sjónvarpið NTV sigur, at turkisk flogfør svaraðu álopinum við at bumba uppreistrarmenninar, og at flogførini hildu á við álopunum, eftir at uppreistrarmenninir vóru farnir inn um irakska [...] irakska markið. Turkisku fjølmiðlarnir siga, at álopið í morgun er tað mest blóðuga síðani 1993, tá PKK-limir myrdu 33 óvápnaðar stjórnarhermenn. Fjølmiðlarnir siga, at ófriðurin í landssynningspartinum av Turkalandi [...] Turkalandi hevur vundið nógv upp á seg í seinastuni, og at menn hjá PKK hava gjørt av við minst 50 stjórnarhermenn síðani í juli.
seyðamaður veit, at um hann bert vil hava til dømis hvítan seyð og tekur tann litta av, so verða skjótt mest av hvítum seyði og at enda einans tann eini liturin. Hendan gongdin má vendast. Vit fara at mangla hesi [...] hesi í fólkasamansetingini til at hjálpa okkum, at taka vísar avgerðir fyri Føroyar. Vitan er styrki, tí er tað avgerðandi neyðugt at menna Fróðskaparsetrið og stuðla viðkomandi gransking. Hóskandi arbeiði [...] arbeiði og rímuligan búðstað er ein fyritreyt fyri, at tey velja Føroyar sum teirra framtíðar bústað.
eygleiðararnir ikki, at fall leiðarans fer at fáa FARC til at leggja vápnini. Tann vinstrasinnaða uppreistrarrørslan hevur ligið í stríði við tann kolombiska stjórnarherin í 46 ár. Mett verður, at FARC hevur umleið [...] síðani 2008, og eygleiðarar í Kolombia siga, at deyði hansara er ein sera týðandi sigur fyri forsetan, Juan Manuel Santos, sum varð valdur í fjør, og sum lovaði at fara í hernað ímóti uppreistrarrørsluni. [...] Myndugleikarnir í Kolombia kunngjørdu í nátt, at tann ovasti leiðarin í uppreistrarrørsluni FARC, Alfonso Camo, er deyður í skotbardaga við stjórnarhermenn. Alfonso Camo hevur verið leiðari í FARC síðani
umborð á teimum bretsku handilsskípunum hava heimild at drepa møguligar álopsmenn. Hann segði bert, at tey seinastu árini hevur tað víst seg at bera til at handtaka sjórænarar, sum hava gjørt um seg úti fyri [...] gjørt av, at vápnaðir vaktarmenn skulu vera umborð á bretskum handilsskipum, sum sigla á leiðini við Afrikanska Hornið. Tað sigur David Cameron, forsætisráðharri, sum vónar, at avgerðin fer at tryggja bretsk
er borgarstjóri í Izmir-økinum, sigur við tíðindafólk, at ein maður umborð á ferjuni hevur sagt, at hann er úr kurdiska felagsskapinum PKK, og at hann hevur tikið ferjuna við 17 ferðafólkum og manningini [...] vesturi í Turkalandi seinnapartin. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at ein vápnaður maður hevði tikið ræðið umborð á ferjuni, men seinni frættist, at ránsmenninir eru fýra ella fimm í tali. Ibrahim Karaosmanoglu [...] manningini, sum telur fýra. Turkisku trygdarmyndugleikarnir halda, at ránsmaðurin ella ránsmenninir ætla sær kanska at sigla ferjuna til oynna Imrali, har PKK-leiðarin Abdullah Öcalan hevur sitið í fongsli síðani
tað hevur gjørt, at bakborðssíða er skrædnað. Myndugleikarnir í Ný Sælandi siga, at tað slepst neyvan undan, at meiri olja rennur úr skipinum, men teir royna at avmarka skaðan við at fáa so nógva olju [...] bjargingarlið í ferð við at pumpa umleið 1.000 tons av olju úr farmaskipinum Rena, sum hevur staðið á einum boða stutt úr landi síðani tann 5. oktober. Samstundis verður roynt at fáa pumpuútgerð umborð á
ráðharranum sum eitt tilmæli um at beina fyri Abbas. Palestinar hava biðið USA og ES átala ísraelska uttanríkisráðharran, og teir hava eisini sagt, at ísraelska stjórnin eigur at biðja palestinska forsetan [...] Avigdor Lieberman, hevur aftur fest eld í fjúsið. Í gjár segði hann, at palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, er ein forðing fyri friði, og at hann má beinast av vegnum. Orðini hava fingið øði í palestinar, [...] Palestinski samráðingarleiðarin Saeb Erekat sigur, at orðini hjá Avigdor Lieberman eru øsandi, og fremsti ráðgevin hjá Abbas, Yasser Abed Rabbo, sigur, at Avigdor Lieberman er tann mest víðgongdi rasisturin
liðunum at bjarga einum 12 ára gomlum drongi, sum hevði ligið undir húsaleivdunum síðani jaðskjálvtan seinasta sunnudag. Ein talsmaður fyri bjargingartænastuna sigur, at tað er eitt undur, at drongurin [...] síðani hava bjargingarfólk arbeitt dag og nátt við at leita eftir fólki undir teimum rapaðu húsunum. Myndugleikarnir siga, at 185 fólk eru bjargað á lívi, og at 534 eru funnin deyð. Umleið 1.650 fólk hava fingið [...] drongurin er á lívi eftir at hava ligið 108 tímar undir húsaleivdunum. Sum skilst hevði drongurin fingið skaða, men meiri verður ikki sagt um hann. Jarðskjálvtin, sum var har eysturi í Turkalandi, var 7,2 á R
hugleiðingum, at hann kundi hugsað sær at stillað upp til løgtingsvalið. Áðure hevur ahnn annars boðað frá, at hann ikki stillar upp. Hallur Ellingsgaard, formaður í lokalfelagnum í Eysturoynni sigur, at felagið [...] sum liðug við uppstillingina. Torbjørn Jacobsen boðaði sjálvur frá, at hann ikki stillaði upp, og eg havi ikki fingið nakra áheitan um at kalla til fundar aftur, sigur Hallur Ellingsgaard. Heldur ikki Carl [...] Carl Johan Jensen, formaður í felagnum í Suðurstreymoy kennir nakað til, at Torbjørn Jacobsen vil á listan. Tað hevur hann einki frætt um.
eingin ivi um, at teir vilja hava bólk 5 burtur úr fiskidagaskipanini og trygdargrunninum, so ístaðinfyri at hakka inntøkumarkið frá 84.000 krónum til 400.000 krónur, so var tað meira reiðuligt, at hækka tað [...] “halda” at inntøkumarkið var ov lágt. Teir hava ikki “hugsa” um, at broytingin er afturvirkandi. Teir vilja “dagføra” kunngerðina, tí umsitingin skal gerast “einfaldari” ? Um tað er politiski viljin at bólkur [...] bólkur 5 skal avtakast, so er tað at siga tað bart út, og ikki lata apuna víðari til embætisfólk. sum “halda” og ikki “hugsa”. Livst so spyrst.