Kurdar skotið 24 turkiskar hermenn

24 hermenn hjá turkiska stjórnarherinum doyðu, og 18 vórðu særdir, tá menn hjá kurdiska uppreistrarfelagsskapinum PKK lupu á eina støð hjá stjórnarherinum í landssynningspartinum av Turkalandi nærhendis irakska markinum í morgun.

Turkiska sjónvarpið NTV sigur, at turkisk flogfør svaraðu álopinum við at bumba uppreistrarmenninar, og at flogførini hildu á við álopunum, eftir at uppreistrarmenninir vóru farnir inn um irakska markið.

Turkisku fjølmiðlarnir siga, at álopið í morgun er tað mest blóðuga síðani 1993, tá PKK-limir myrdu 33 óvápnaðar stjórnarhermenn. Fjølmiðlarnir siga, at ófriðurin í landssynningspartinum av Turkalandi hevur vundið nógv upp á seg í seinastuni, og at menn hjá PKK hava gjørt av við minst 50 stjórnarhermenn síðani í juli.