Ein ferja við 21 fólkum umborð varð rænd í Izmir-víkini har vesturi í Turkalandi seinnapartin. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at ein vápnaður maður hevði tikið ræðið umborð á ferjuni, men seinni frættist, at ránsmenninir eru fýra ella fimm í tali.
Ibrahim Karaosmanoglu, sum er borgarstjóri í Izmir-økinum, sigur við tíðindafólk, at ein maður umborð á ferjuni hevur sagt, at hann er úr kurdiska felagsskapinum PKK, og at hann hevur tikið ferjuna við 17 ferðafólkum og manningini, sum telur fýra.
Turkisku trygdarmyndugleikarnir halda, at ránsmaðurin ella ránsmenninir ætla sær kanska at sigla ferjuna til oynna Imrali, har PKK-leiðarin Abdullah Öcalan hevur sitið í fongsli síðani 1999.










