Ovasti FARC-leiðarin deyður

Myndugleikarnir í Kolombia kunngjørdu í nátt, at tann ovasti leiðarin í uppreistrarrørsluni FARC, Alfonso Camo, er deyður í skotbardaga við stjórnarhermenn.

Alfonso Camo hevur verið leiðari í FARC síðani 2008, og eygleiðarar í Kolombia siga, at deyði hansara er ein sera týðandi sigur fyri forsetan, Juan Manuel Santos, sum varð valdur í fjør, og sum lovaði at fara í hernað ímóti uppreistrarrørsluni. Hinvegin vænta eygleiðararnir ikki, at fall leiðarans fer at fáa FARC til at leggja vápnini.

Tann vinstrasinnaða uppreistrarrørslan hevur ligið í stríði við tann kolombiska stjórnarherin í 46 ár. Mett verður, at FARC hevur umleið 8.000 limir, men rørslan er viknað tey seinastu árini.