Heimafturkomin úr New York skrivaði Torbjørn Jacobsen í drúgvum hugleiðingum, at hann kundi hugsað sær at stillað upp til løgtingsvalið.
Áðure hevur ahnn annars boðað frá, at hann ikki stillar upp.
Hallur Ellingsgaard, formaður í lokalfelagnum í Eysturoynni sigur, at felagið er liðugt við uppstillingina.
- Vit meta okkum sum liðug við uppstillingina. Torbjørn Jacobsen boðaði sjálvur frá, at hann ikki stillaði upp, og eg havi ikki fingið nakra áheitan um at kalla til fundar aftur, sigur Hallur Ellingsgaard.
Heldur ikki Carl Johan Jensen, formaður í felagnum í Suðurstreymoy kennir nakað til, at Torbjørn Jacobsen vil á listan. Tað hevur hann einki frætt um.










