Bretar vápna handilsskip

Bretska stjórnin hevur gjørt av, at vápnaðir vaktarmenn skulu vera umborð á bretskum handilsskipum, sum sigla á leiðini við Afrikanska Hornið. Tað sigur David Cameron, forsætisráðharri, sum vónar, at avgerðin fer at tryggja bretsk skip ímóti teimum somalisku sjórænarunum.

Cameron vildi ikki svara beinleiðis, tá BBC spurdi hann, um teir vápnaðu vaktarmenninir umborð á teimum bretsku handilsskípunum hava heimild at drepa møguligar álopsmenn. Hann segði bert, at tey seinastu árini hevur tað víst seg at bera til at handtaka sjórænarar, sum hava gjørt um seg úti fyri Somalia.

Sambært altjóða stovnum vórðu 53 skip rænd í fjør, og 49 teirra vórðu rænd úti fyri somalisku strondini.