Pumpa olju úr strandaða skipinum

Í Ný Sælandi eru bjargingarlið í ferð við at pumpa umleið 1.000 tons av olju úr farmaskipinum Rena, sum hevur staðið á einum boða stutt úr landi síðani tann 5. oktober. Samstundis verður roynt at fáa pumpuútgerð umborð á skipið, sum hevur stóra slagsíðu á stýriborð. Forskipið stendur á boðanum, men afturskipið livir í sjónum, og tað hevur gjørt, at bakborðssíða er skrædnað.

Myndugleikarnir í Ný Sælandi siga, at tað slepst neyvan undan, at meiri olja rennur úr skipinum, men teir royna at avmarka skaðan við at fáa so nógva olju úr skipinum, sum til ber.

Arbeiðið hevur skund, tí veðurmenninir siga frá verri veðri á leiðini, har skipið stendur.