Tað er eingin ivi um, at teir vilja hava bólk 5 burtur úr fiskidagaskipanini og trygdargrunninum, so ístaðinfyri at hakka inntøkumarkið frá 84.000 krónum til 400.000 krónur, so var tað meira reiðuligt, at hækka tað til eina millión krónur, tí so var seigpíningin av útróðrarmanninum yvirstaðin beinanvegin.
Teir “halda” at inntøkumarkið var ov lágt.
Teir hava ikki “hugsa” um, at broytingin er afturvirkandi.
Teir vilja “dagføra” kunngerðina, tí umsitingin skal gerast “einfaldari” ?
Um tað er politiski viljin at bólkur 5 skal avtakast, so er tað at siga tað bart út, og ikki lata apuna víðari til embætisfólk. sum “halda” og ikki “hugsa”.
Livst so spyrst.