Í løtuni er ein maður til avhoyringar á løgreglustøðini í Havn í samband við eina hending í nátt, har hann er skuldsettur fyri harðskap. Løgreglan fekk fráboðan um harðskap uttanfyri eitt skeinkistað í [...] í Havnini. Tveir mans vóru komnir til ilnar og tað endaði við, at annar teirra varð skumpaður um koll og síðani sparkaður í andlitið. Maðurin fór á skaðastovuna við sári í andlitinum, men enn hevur løgreglan [...] løgreglan fær gjørt sær eina mynd av, hvat tað var, sum hendi. Men harðskapur av slíkum slagi verður tikin í stórum álvara, so gerningsmaðurin hoyrir uttan iva aftur frá løgregluni.
seg at fara á pall í annaðkvøld í stóra dansitiltakinum, sum stuðulsfelagið hjá AB skipar fyri á høllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið. Hans Jacob Hjelm og vinmenn fara eisini á pall í annaðkvøld. Ovast [...] Ovast er ein YouTube kykmynd, har Eirik Johansen og Vagabond syngja live í Rásarúminum hjá Rás2. Hetta var í morgunsendingini í morgun. Vagabond sungu ein annan sang live á Rás2, og hann sæst og hoyrist HER [...] Eirik Johansen, sum áður hevur vitjað í Føroyum við Gluntan og Scandinavia fegnast um at verða í Føroyum á áttanda sinni. Hesaferð við bólkinum Vagabond. Teir sum manna Vagabond eru Eirik Johansen (sangur
tiltakið verður á torginum í SMS í Havn tann 1. oktober 2013. Tann 28. september verður stuðulsrenningin "Stuðla bróstunum og renn við". Renningin, sum øll kunnu luttaka í, verður skotin í gongd leygardagin 28 [...] Í oktober eru 25 ár liðin, síðani sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum varð settur á stovn. Bót til Bata varpar á hvørjum ári ljós á bróstkrabba í Føroyum. Í oktober 2013 eru 25 ár [...] síðani bólkurin varð settur á stovn, og tískil skipar bólkurin í ár fyri ikki minni enn tveimum stórum tiltøkum. Fyrra tiltakið verður í Klaksvík tann 28. september 2013, tá ið Bót til Bata og Treysti
Politii í Føroyum hevur nú søkt Tórshavnar Býráð um loyvi at byggja eina nýggja politistøð í Havn. Støðin skal byggjast við Karlamagnusarbreyt. Men talan er bara um eina fyribils politistøð, sum skal standa [...] standa í fimm ár og so skal hon takast niður aftur. Umsóknin kemur í kjalarvørrinum á afturvendandi trupulleikanum hjá politiðnum við blamusoppi, sum er til stóran ampa hjá teimum, sum arbeiða hjá politiðnum [...] Hendan nýggja, fyribils politistøðin verður eitt hús í trimum hæddum, ið verður bygt sum eitt U, har móttøkan verður út ímóti Karlamagnusarbreyt. Í garðinum verður eitt bilskýli og parkering til 12 bilar
2. jólakvøld er tungmálmskvøld í Perluni í Havn, tá Earth Divide, Reduced to Ash, Iron Lungs og aðrir bólkar geva tungmálmsfjepparum møguleika at hoppa og headbanga allar jólakaloriurnar av sær. Tað er [...] Tungmálmsjólunum. Stigtaktararnir siga at ætlan er at hava fleiri bólkar við , og at tey í skrivandi stund eru í holt við at leggja fleiri bólkar afturat skránni. Inntøkan av konsertini fer øll til fyr [...] at tað er okkara skylda at geva teimum eina megnar metal konsert, so at tey kunnu koma buldrandi inn í tað nýggja árið, skriva fyrireikararnir. Atgongumerki verða seld við dyrnar.
Rytmiska Kórið í Hoydølum skipar fyri saman við miðnámsskúlunum í Havn, ganga skjótt og væl. - Eftir at pallurin er komin upp at standa, eru leikarar, sangarar og tónleikarar farnir inn í Norðurlandahúsið [...] november. Tað sigur Rytmiska Kórið í Hoydølum, sum vísir á, at áhugin fyri leikinum er stórur, bæði millum ung og gomul. - Atgongumerkjasølan hevur gingið sera væl. Í dag eru tríggjar tær fyrstu sýningarnar
Nottingham í Ningbo í Kina. Gethin Roberts, sum sæst á myndini, verður at hitta á Altjóða Skrivstovuni í J.C. Svabosgøtu 14 (Gróthusið) í Havn, mikudagin millum klokkan 16 og 18. Gethin Roberts luttók í september [...] september í 2012 á Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum og síðan hava fleiri víst áhuga í at lesa á enska/kinesiska unversitetinum í Ningbo í Kina. Har ber til at fáa eina enska útbúgving í kinesiskum høpi [...] lesandi eru á University of Nottingham í Ningbo í løtini. Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Gethin Roberts, sum var á Rás2 í gjáramorgun.
ungdómi millum 14 og 18 ár og er tað Klippfisk, ið skipar fyri. Í ár verður filmsskúlin hildin á Háskúlanum í Havn í døgunum 30. juni til 7. juli. Í skrivi siga fyrireikararnir, at Nóllywood er bæði fyri tey [...] framvegis á klippfisk.fo Mynd: skermprent úr filminum Duld sorg, sum var gjørdur í samband á Nóllywood filmsskúlanum í 2010
Í august fer Alzheimerfelagið at skipa fyri tiltaki fyri demensrakt og familjum teirra. Ætlanin er at vera saman 4 ferðir í august í Degnshúsi á Tínghúsvegnum í Havn. Týsdagin tann 6., 13., 20. og 27 august [...] Makar eru vælkomnir at luttaka. Endamálið við tiltakinum er, at luttakararnir síggja meiningina í at vera virkin í gerandisdegnum og finna tað virkni, sum gevur tí einstaka orku og gleði. At luttakarin fær
Tveir teir síðstu dystirnir í 17. umfari í EFFO deilduni verða spældir í dag. Ì Havn tekur HB móti NSÌ. Sigurin hjá ÌF ígjár hevði við sær, at undan dystinum, eru bert 4 stig upp til HB. Heðin Askham, [...] Víkingur móti TB. Felags fyri hesi bæði liði er, at bæði í dag hava nýggjan venjara. Víkingur, við Sigfríða Clementsen á odda, skal eftir ein drúgva roynd í Europa nú fokusera uppá heimligu kappingina. U21 l [...] landsliðsvenjarin, Bill Mc. Leod Jacobsen, verður venjari hjá TB í dag. Báðir venjarnir byrja við eini størri uppgávu, tí taparin av dystinum í dag kemur at liggja undir strikuni. Dysturin byrjar kl. 15.00