Tungmálmsjól í Perluni

2. jólakvøld er tungmálmskvøld í Perluni í Havn, tá Earth Divide, Reduced to Ash, Iron Lungs og aðrir bólkar fara á pall.

2. jólakvøld er tungmálmskvøld í Perluni í Havn, tá Earth Divide, Reduced to Ash, Iron Lungs og aðrir bólkar geva tungmálmsfjepparum møguleika at hoppa og headbanga allar jólakaloriurnar av sær.

Tað er Upp Við Hornunum, ið eisini standa fyri føroysku undankappingini av Wacken Metal Battle, ið skipar fyri Tungmálmsjólunum.

Stigtaktararnir siga at ætlan er at hava fleiri bólkar við , og at tey í skrivandi stund eru í holt við at leggja fleiri bólkar afturat skránni.

Inntøkan av konsertini fer øll til fyrieikingarnar av føroysku útgávuni av Wacken Metal Battle.

Nú tá ið fólk hava frí, og útisetar koma heim, so meta vit at tað er okkara skylda at geva teimum  eina megnar metal konsert, so at tey kunnu koma buldrandi inn í tað nýggja árið, skriva fyrireikararnir.

Atgongumerki verða seld við dyrnar.