Hava stuðulsrenning í Klaksvík

Skipað verður fyri stuðulsrenning fyri at hjálpa krabbameinsraktum

Í oktober eru 25 ár liðin, síðani sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum varð settur á stovn.

 

Bót til Bata varpar á hvørjum ári ljós á bróstkrabba í Føroyum. Í oktober 2013 eru 25 ár liðin, síðani bólkurin varð settur á stovn, og tískil skipar bólkurin í ár fyri ikki minni enn tveimum stórum tiltøkum.

 

Fyrra tiltakið verður í Klaksvík tann 28. september 2013, tá ið Bót til Bata og Treysti skipa fyri familjurenning. Seinna tiltakið verður á torginum í SMS í Havn tann 1. oktober 2013. 

 

Tann 28. september verður stuðulsrenningin "Stuðla bróstunum og renn við".

 

Renningin, sum øll kunnu luttaka í, verður skotin í gongd leygardagin 28. september klokkan 14. Byrjað verður við KÍ-høllina í Klaksvík.

 

Til ber at renna antin fimm ella tveir kilometrar.