Eirik Johansen, sum áður hevur vitjað í Føroyum við Gluntan og Scandinavia fegnast um at verða í Føroyum á áttanda sinni. Hesaferð við bólkinum Vagabond.
Teir sum manna Vagabond eru Eirik Johansen (sangur og gittari), Tommy Michaelsen (sangur og trummur), Bo Thomas Bråten (harmonika, keyboard og sangur), Hans Olav Trøen (Bass og sangur) og Auden Senderud (gittari og steelgittari)
Teir gleða seg at fara á pall í annaðkvøld í stóra dansitiltakinum, sum stuðulsfelagið hjá AB skipar fyri á høllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið. Hans Jacob Hjelm og vinmenn fara eisini á pall í annaðkvøld.
Ovast er ein YouTube kykmynd, har Eirik Johansen og Vagabond syngja live í Rásarúminum hjá Rás2. Hetta var í morgunsendingini í morgun.
Vagabond sungu ein annan sang live á Rás2, og hann sæst og hoyrist HER