Demens kafé í Degnshúsi

Í august fer Alzheimerfelagið at skipa fyri tiltaki fyri demensrakt og familjum teirra.

Ætlanin er at vera saman 4 ferðir í august í Degnshúsi á Tínghúsvegnum í Havn. Týsdagin tann 6., 13., 20. og 27 august. Tíðin á degnum er ikki fastløgd enn.

Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá MBF.

Tiltakið er ætlað byrjandi demensraktum. Makar eru vælkomnir at luttaka.

Endamálið við tiltakinum er, at luttakararnir síggja meiningina í at vera virkin í gerandisdegnum og finna

tað virkni, sum gevur tí einstaka orku og gleði.

At luttakarin fær eitt betri og meiningsfult lív, og flytir seg frá at vera sjúkur og bundin– til at vera demensraktur og fríur.

Fyriskiparnir av tiltakinum hava royndir innan demensøkið.

Tað eru Poula Sørensen, demenssamskipari, og Anna Rubeksen, sjúkrarøktarfrøðingur; báðar arbeiða á heimi fyri minnisveik.