Tveir dystir í dag

Í Havn tekur HB ímóti B68, og byrjar tann dysturin klokkan 15. HB hevur longu vunnið bæði Klaksvíkarkappingina og Stórsteypadystin, og nú verður so farið undir royndina at vinna FM-heitið, sum hevur verið uttan fyri høvuðsstaðin seinastu tvey árini.

Í Runavík tekur NSÍ móti KÍ. NSÍ tykist aftur í ár hava styrkina, sum skal til, fyri at bjóða av í oddinum, meðan KÍ er farið í gongd við at seta eitt nýtt lið við.

Í Havn verður dysturin bríkslaður ígongd klokkan 15, meðan tað í Runavík verður byrjað klokkan 17.