Sparkaður í andlitið

Ein maður mátti á skaðastovuna í nátt

 


Í løtuni er ein maður til avhoyringar á løgreglustøðini í Havn í samband við eina hending í nátt, har hann er skuldsettur fyri harðskap.

Løgreglan fekk fráboðan um harðskap uttanfyri eitt skeinkistað í Havnini.


Tveir mans vóru komnir til ilnar og tað endaði við, at annar teirra varð skumpaður um koll og síðani sparkaður í andlitið.

 

Maðurin fór á skaðastovuna við sári í andlitinum, men enn hevur løgreglan ikki fingið greiði á, um hann slapp við tað.

Løgreglan tók gerningsmannin og hann er nú til avhoyringar.

 

Tað vóru eisini fólk, sum sóu hendingina og tey vitnini skulu somuleiðis avhoyrast, áðrenn løgreglan fær gjørt sær eina mynd av, hvat tað var, sum hendi.

 

Men harðskapur av slíkum slagi verður tikin í stórum álvara, so gerningsmaðurin hoyrir uttan iva aftur frá løgregluni.