Mikudagin 5.februar fær Altjóða Skrivstovan vitjan av einum av dekanunum, Gethin Roberts, við The University of Nottingham í Ningbo í Kina.
Gethin Roberts, sum sæst á myndini, verður at hitta á Altjóða Skrivstovuni í J.C. Svabosgøtu 14 (Gróthusið) í Havn, mikudagin millum klokkan 16 og 18.
Gethin Roberts luttók í september í 2012 á Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum og síðan hava fleiri víst áhuga í at lesa á enska/kinesiska unversitetinum í Ningbo í Kina.
Har ber til at fáa eina enska útbúgving í kinesiskum høpi innan nógv fak, til dømis: altjóða samskifti, telduverkfrøði, ”International studies” við meira.
Tvey føroysk lesandi eru á University of Nottingham í Ningbo í løtini.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Gethin Roberts, sum var á Rás2 í gjáramorgun.