tríggjar av bjarginum hansara vóru í sonnum heimsklassa, og uttan hesar, kundi talan verið um eitt satt skrædl. Noyðist tó at taka sveisiska leiðslumálið á sín kappa, og hevði annars eisini í øðrum førum [...] føroysku verjuni, og tað var ofta, at hann sum seinasti verjuskansin fekk forða sveisarunum í at gerast heilt vandamiklir. Taldist so avgjørt millum teir betru á føroyska liðnum, men tað telur kortini frá, at [...] ilt við at fylgja Türkyilmaz, og gjørdi serliga í byrjanini nógv fríspørk. Uppgávan gjørdist heldur ikki lættari av, at verjan ofta varð undirmannað, tá miðvøllurin slepti markeringunum, men sannførandi
annað er ikki so dýrt. Hvussu er við yvirgangi? Er hetta nakað sum tú hugsar um í gerandisdegnum? Ikki beinleiðis. Men fólk her eru enn merkt av bumbunum tann 7. juli í fjør. Eg royni ikki at ferðast [...] eru nakrir føroyingar sum ganga her, men vit síggjast ikki so nógv, av tí at universitetið er so stórt. Her læri eg til sniðgeva í binding. Tað er ikki so, at vit bara læra at binda siðbundnar troyggjur [...] inngrógvið nú, at eg droymi á enskum. Hetta vitnar um, at tað fellir mær heilt natúrligt. Hvat dámar tær í Onglandi? Eg haldi at tað er heilt hvør sítt, at tosa um London og Ongland. Eg elski at búleikast her
øll kort av hondum. So hava bretar als ikki brúk fyri eini slíkari avtalu, tí teir fáa allar sømdir kortini. ? Vilja bretar ikki hava eina dupultskattaavtalu, er ikki so nógv at gera. ? Gamli Landsstýrismaðurin [...] Dupultskattur ? Veruleikin er, at bretar hava ikki viljað havt eina dupultskattaavtalu við Føroyar. Men føroyingar mugu ikki vera so undirbrotligir, at tað tað verður fullkomiliga óneyðugt hjá bretum at [...] lívs. Mugu ikki leggja okkum flatar Karsten Hansen, sum arbeiddi nógv við avtaluni í síni tíð í Fíggjarmálaráðnum, sigur fyri tað fyrsta at bretar, sum koma higar á fund í ein dag, verða ikki skattaðir
arum, og tað er ikki í lagi. – Í okkara feløgum merkja vit hetta serliga í fiskivinnuni á landi, í alingini og í byggivinnuni. Tað kann vera alt frá smáum óhappum, har tann rakti ikki fær stórt mein, til [...] politiska myndugleikanum. – Satt at siga gjørdust vit rættiliga skakk av at hoyra Helga Abrahamsen í kringvarpinum herfyri greiða frá, at óhapp altíð fara at henda, og at hann ikki ætlar at seta meir pening [...] fráboðan í dag. Tey halda, at nú má politiski myndugleikin vakna og fara til verka. Tey siga, at tað skal ikki standa á, at fakfeløgini gera sítt fyri at upplýsa og kunna, og fyri at útbúgva fólk. – Men tað er
nevndini, ikki reiðiliga at seta orð á, hvat nevndin fær burturúr at vera í Føroyum. Men tað ger Mogens Jensen, fólkatingsmaður fyri danska Javnaðarflokkin og limur í Føroyanevndini. - Tað er ikki ofta, at [...] l hevur ávirkað økið, greiðir Edmund Joensen frá. Hann leggur tó afturat, at tað ikki er soleiðis, at tað negativa ikki verður viðgjørt, og tí verður støðan í fiskivinnuni sjálvandi eisini uppi at venda [...] stinga seg upp, sum hava við Føroyar at gera, so er tað okkum, hini í flokkunum venda sær til. Vit eru satt at siga serfrøðingarnir fyri flokkin í føroyskum viðurskiftum, sigur Mogens Jensen. Nóg ofta Spurningurin
málmøguleikar, men vit skuldu heilt fram á hálva tíman, áðrenn KÍ endiliga javnaði. Tá var Heðin á Lakjuni hægstur eftir horna og skallaði bóltin í netið. Men KÍ hevði ikki meir enn fingið armarnar niður [...] málið til 3-1. Hesa fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sat EB/Streymur á tí mesta, og í onkrum føri vístu teir sera gott spæl. Men KÍ vildi tó ikki gevast, og um miðjan seinna hálvleik skaptu teir aftur [...] dystin í millum júst hesi bæði liðini í Klaksvík í gjár kann bert staðfestast, at dysturin hesu ferð ikki gjørdist nakað undantak í so máta. Tað sást frá byrjan av í dystinum, at EB/Streymur hevði meir at
harðasta skot av øllum spælarunum í kvinnudeildini, og tá slepst ikki undan, at nøkur mál fara inn. Í hinum endanum av vøllinum gekk ikki so væl hjá størstu skothóttanini hjá Kyndli, og Lotte Sørensen fór [...] kundu tað sama verið á odda í 1. deild hjá kvinnum eftir dystirnar hetta vikuskiftið, men tær megnaðu ikki at halda tunguna mitt í munninum, tá tað var neyðugt, og so streyk Kyndil avstað við sigrinum og [...] vikuni, so var avrikið hjá VÍF nógv betri hesaferð. Viljin var størri, og tá dysturin var liðugur, sat ein og undraðist eitt sindur yvir, hví tær fingu so lítið burturúr síðsta partin av dystinum. Kyndil
DKA, tað sum í fag eitur FOA. ? Úr fakfelagsarbeiði var vegurin ikki so langur í politikk, sigur Ragnhild Sørensen. Í seinasta valskeiðnum sat hon sum formaður í nevndini, sum hevði til endamáls at veita [...] fáa tey eina góða viðferð, men tey fáa ikki eitt serliga innihaldsríkt lív. Tey eru saman við børnum á heiminum, í skúlanum og í frítíðini. Eitt barn fær eitt heilt annað sosialt innlit, tá ið tað veksur [...] sínum politiska arbeiði eru umstøðurnar hjá børnum. ? Nógvar familjur eru undir umsjón, tí foreldrini ikki makta teirra uppgávu sum foreldur. Nógv børn eru tikin frá foreldrunum, men vit royna at fáa tey heimaftur
høvdu kortini hvørki eldsløkkjarar ella vatn at sløkkja við. Men unglingarnir vóru ikki ráðaleysir fyri tað. So tá ið mann ikki hevur tað, mann skal brúka, so má mann brúka tað, sum mann hevur. Sostatt máttu [...] akkurát staddir við Gøtueiði tíðliga leygarmorgunin. Sjálvur var hann komin rættiliga illa fyri og vóru ikki akkurát hesir avísu unglingarnir av tilvild komnir framvið, kunnu vit bert ímynda okkum, hvat kundi [...] takinum. - Tá ið boðað var frá óhappinum, fingu vit at vita, at eldur var í bilinum og at maðurin sat kleimdur fastur í honum, sigur løgreglumaður. Tí varð full neyðstøða lýst og alt varð sent avstað,
nýtt, sum ikki er komið út á fløgu enn, sigur Annika Hoydal. Í løtuni arbeiðir Annika Hoydal við einari fløgu, sum kemur á marknaðin tann 19. novembur. At útgávan er júst tann 19. novembur, er ikki av tilvild [...] ið veitti eina hjálpandi hond í sambandi við eitt nú árligu kabarettirnar. Ein dagin, meðan Annika sat og seymaði nakrar knappar í onkrar búnar aftan fyri pallin í Sjónleikarahúsinum, bleiv hon spurd, um [...] endaði tað við, at hon stutt eftir stóð á pallinum og sang fyri fullum sali. Annika Hoydal gjørdist ikki av álvara kend her á landi, fyrr enn hon kom fram við Harkaliðnum, og júst Harkaliðið er eisini sprotið